Ein dystur í Vodafonedeildini í kvøld

Fyrsti dysturin í seinasta umfarinum undan summarsteðginum verður í kvøld, tá EB/Streymur tekur ímóti toftamonnum í eini endurtøku av seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.

 

Tað verða dystir í dag, leygardagin og sunnudagin í Vodafonedeildini. Við Margáir taka tiltiku brotssparksskjúttarnir ímóti B68, sum hevur ringt við at berja seg vekk frá botninum. EB/Streymur vann fyri lítlari viku síðan greiðan 3-1 sigur á HB, ið søguliga dystinum har teir brendu trý brotsspørk upp á 28 minuttir.

 

B68 tapti sunnudagin móti Víkingi á Toftum. Hóast liðið verður mett ov gott til niðurflyting av flestu viðmerkjarum, so er sannleikin at liðið er bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni. Tíggju stig og fýra pláss skilja liðini, men á vøllinum hevur leikað javnt á tá liðini hava spælt innanhýsis. Tað prógva hálvfinalurnar í steypakappingini eisini, har B68 var millimetrar frá at koma í finaluna.

 

Vodafone 13. Umfar:

 

Í kvøld:

 

EB/Streymur – B68 19:00 (Petur Reinert)

 

Leygardagin:

 

Víkingur – KÍ 17:00 (Dagfinn Forná)

NSÍ – B71 19:00 (Georg N. Rasmussen)

 

Sunnudagin:

 

B36 – HB 15:00 (Petur Reinert)

07 Vestur – ÍF 15:00 (Ransin N. Djurhuus)