Hvat bilmerki koyrir tú?
- Toyota Hilux, ein lítil lastbilur, sum eg koyri mest við.
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at tey hava eisini ein persónbil av merkinum, Volvo XC 40.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Nei, tað kann ikki hugsast.
Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?
- Eg kenni ov lítið til el-bilar fyri at kunna úttala meg um teir, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar.