Ein er handtikin

Aftur í kvøld er ein maður skotin við ein bústað í Åkerberga, norðan fyri svenska høvuðsstaðin.

 

Í kvøld veit Aftonbladet at siga, at svenska løgreglan hevur handtikið ein persón í samband við ógvusligu spreingingina í svenska býnum, Linköping, í morgun.

 

Tað var um 06-tíðina, at ein hørð spreinging var í einum íbúðarbygningi í býnum, sum liggur einar tveir tímar í bili í ein útsynning úr svenska høvuðsstaðnum.

 

So seint, sum mánakvøldið var eisini ein spreinging í Stokkhólmi, og hesaferð var tað í býarpartinum, tey rópa Hässelby.

 

Sambært Aftonbladet vil svenska løgreglan ikki gera viðmerkingar til handtøkuna í samband við hendingina í morgun, men sagt verður, at tey arbeiða við avhoyringum.

 

Eftir spreingingina í Linköping í morgun varð ein kvinna flutt á sjúkrahús. Løgreglan sigur, at kvinnan hevði vit, men tey duga ikki at siga, hvussu álvarsligur skaðin er.

 

Seinastu tíðina hevur Svøríki verið herjað av yvirgangsatsóknum og drápum, sum hava skakað samfelagið. Bara í september eru níggju fólk skotin og dripin í Svøríki.

 

Dagføring:

 

Aftur í kvøld vita svenskir miðlar at siga, at ein maður seint í kvøld er skotin uttanfyri ein bústað í Åkerberga, norðan fyri svenska høvuðsstaðin.

 

- Maðurin er fluttur á sjúkrahús við álvarsligum skaða. Løgreglan fekk boðini um hendingina í kvøld klokkan 22.36, lokala tíð, veit Expressen at siga.