At vera biskupur í Fólkakirkjuni er at hava umsjón við, at kirkjan verður á sínum evangelisk-lutherska grundarlagi. Ein kirkja er evangelisk-luthersk, um hon hevur Skriftina og tey evangelisk-luthersku játtanarritini sum grundarlag, og vísir trúfesti móti hesum grundarlagi.
Hetta merkir, at Fólkakirkjan ikki bara skal bera heitið evangelisk-luthersk, men eisini í veruleikanum vera tað. Fólkakirkjan skal vita, hvør hon er, og hon skal vera tað, hon er.
Grundarlag Fólkakirkjunnar sigur kirkjuni sjálvari og øðrum, hvør hon er, og hvørja læru hon hevur. Sonn kristin læra treytar sunt lív og sunnan vøkstur í kirkjuni. Eisini sonn virðing mótvegis øðrum kirkjum og samkomum eins og menniskjum við aðrari trúgv er treytað av, at ein sjálvur veit, hvar ein stendur. Sum eitt samfelag má hava sína lóggávu eftirkannaða, má ein kirkja má altíð stríðast fyri teirri sonnu læruni. Prestur skal hetta, og ikki minnið biskupur.
Eg vil eina rúmliga fólkakirkju, har tryggleiki valdar í og um okkara kirkju. Eg vil eisini eina evangelisk-lutherska fólkakirkju, har trúfesti er móti grundarlagnum. Hóast fáum dáma avmarkingar, so hevur rúmliga kirkjan eina avmarking. Avmarkingin er Fólkakirkunnar grundarlag. Øll eru vælkomin í Guds hús. Kirkjuklokkan kallar øll at koma. Men grundarlagi sigur, hvat kirkjan stendur á og stendur fyri, men grundarlagi gevur eisini menniskjum pláss við teirra evnum og gávum at virka í orði og verki, í talu og sangi, í list og tónleiki.
Grundarlag fólkakirkjunnar
Til tann, sum ikki veit, kann verða upplýst, at Fólkakirkjan hevur Skriftina sum norm ella myndugleika, og so hevur hon 5 játtanarrit, sum er normur fingin frá Skriftini.
Teir gomlu søgdu, at Skriftin er tann hægsti normurin (norma normans), og at játtanarritini eru tann avleiddi normurin (norma normata). Vit kunnu eisini siga, at í Fólkakirkjuni er Skriftin myndugleikin í øllum spurningum viðvíkjandi trúgv, læru og lívi kirkjunnar, og at játtanarritini eru tann tulking, Fólkakirkjan hevur av høvuðsinnihaldi Bíbliunnar.
Fólkakirkjunnar lærugrundarlag er fastsett í Norsku lóg frá 1687. Tey 5 játtanarritini hjá Fólkakirkjuni eru tær tríggjar gomlu, samkirkjuligu trúarjáttanirnar, Augsburgska trúarjáttanin (hon frá 1530) og Luthers lítla Katekismus. (Hesi játtanarrit eru øll útgivin á føroyskum við týðing lutvíst eftir Jákup Dahl, próvst, og Hans Jacob Joensen, biskup).
Ápostólska trúarjáttanina, sum hevur orðingar heilt aftur frá fyrst í 3. øld, er saman við Lítlu Katekismus mest kend millum manna. Katekisman tulkar Ápostólsku trúarjáttanina, eins og hon viðger tey 10 boðini, Faðirvár og sakramentini ella náðimiðlarnar - dópin og altarborðið.
Burtursæð frá okkara fólkakirkju, teirri donsku og teirri norsku, hava aðrar lutherskar kirkjur á okkara leiðum onnur játtanarrit afturat. T.d. Luthers stóru katekismus og Smalkaldisku greinarnar, sum Luther eisini skrivaði.
Vit kunnu vera takksom at játtanarrit fólkakirkjunnar eru týdd og komin út í bók, men tað er løgið, at lítið og einki eftir Luther sjálvan enn er flutt til føroyskt. Her liggur nógv á láni.
Tað, vit trúgva
Á grundarlagi Fólkakirkjunnar trúgva vit á ein Gud, Faðir, Sonur og Heilagur Andi. Vit trúgva um Gud, at hann hevur skapað okkum, vil frelsa okkum frá synd, deyða og dómi, og vil geva okkum trúnna, geva okkum eitt nýtt lív og gera okkum til dugandi tænarar fyri Gud og okkara næsta. Vit trúgva tí á Faðirin, skapara okkara, Jesus Krist, frelsara okkara, og Heilaga Andan, lívgeva okkara.
Vit trúgva um Jesus, at hann er Frelsari og Harri. Jesus er Guds sonur, sum tók á seg hold og gjørdist monnum líkur. Hann er gitin av Heilagum Anda, borðin í heima av Mariu moy, deyður undir Pontius Pilatusi og upprisin, hevur alt valdið á himni og á jørð, og skal koma aftur at døma livandi og deyð.
Vit trúgva um kirkjuna, at hon er likam Jesu Krists Kristus er høvur kirkjunnar og yvirhirðin yvir allar hirðarnar og allar limirnar á likami sínum.
Vit trúgva um kirkjuna, at hon er verk Heilaga Andans. Kristus fyllir sína kirkju við Heilaga Andans ávøkstri og gávum og øllum tí, hann sær limirnir á likaminum tørva. Andin tekur frá Kristi og gevur okkum.
Vit trúgva víðari um kirkjuna, at hon er, sum Augsburgska trúarjáttan Fólkakirkjunnar lærir, “samfelag teirra heilagu, har gleðiboðskapurin verður boðaður reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt.” Við orði og sakramentum sínum virkar Heilagi Andin lív og vøkstur í kirkjuni.
Ávøkstur Andans í Guds børnum er fyrst og fremst kærleiki til Gud og kærleiki til næstan. Í tí at elska hongur alt Guds orð. Boðskapur Bíbliunnar um Guds kærleika til syndarar eitur tí gleðiboðskapurin, evangelium.
Gávur Andans til Guds børn er eisini fyrst og fremst í orði og verki at tænta næstanum í andaligu og tímiligu neyð hansara.
Missión
Víðari á grundarlagi Fólkakirkjunnar trúgva vit, at Gud vil, at øll menniskju skulu hoyra gleðiboðskapin og vera frelst. Seinasta boð Jesu til kirkju sína var, at hon skuldi boða evangeliið fyri øllum fólkasløgum, og at kirkjan skuldi byrja beinanvegin. Alt ov striltið hevur gingist kirkjuni at eftirlíka hesi boð frá kirkjunnar harra.
Frelsuna lovar Gud teimum, sum lata seg doypa, taka við trúgv á Jesus Krist og vilja fylgja honum.
Gud vil, at kirkjan ikki ger mun á fólki, ikki sær niður á nakran og ikki gloymir nakran. Menniskju eru øll elskað av honum uttan mun, tey eru skapað í Guds mynd, og hava sama æviga virði. Men vit menniskju, eingin undantikin, eru fallin í synd, eru komin burtur frá Gudi og vilja okkum sjálv. Okkum tørva tí Guds náði og frelsuna í Jesusi Kristi. Tí má gleðiboðskapurin boðast øllum menniskjum, áðrenn Jesus kemur aftur at halda dóm. Trúboðan saman við sosialari ábygd er tí kirkjunnar fremsta uppgáva.
Løgið, sum missión og næstrakærleiki fyllir lítið í virkseminum og fíggjarligu nýtsluni hjá luthersku kirkjunum. (Aðrar kirkjur og samkomur mugu rannsaka seg). Lutherska læran eigur ikki feilin, so orsøkin skal finnast onkra aðrastaðni.
Tað eru helst fleiri orsøkir. Høvuðsorsøkin er helst at vit prestar og kirkjunnar biskupar hava ikki gingið undan í uppsøkjandi arbeiðinum og at kalla kirkjunnar limir at vísa ábygd so gleðiboðskapurin um Jesus Krist verður boðaður øllum og kærleiki hansara kemur at fevna menniskju í allari teirra neyð. Denturin hevur mestur á at hildið ta skipan uppi og tað arbeiði gangandi, sum er.
Kann ein orsøk eisini vera, at tann læran hevur sníkt seg inn í Fólkakirkjuna, sum er beint ímóti Skriftini og játtanarritunum, at øll verða frelst, at hvør er sælur í síni trúgv, og at bara vit ikki eru verri enn ”hini”, stendur væl til? Kann tað vera, at vit hava gloymt, at dópur og umvending og dópur og trúgv hoyra saman í luthersku læruni?
Tíbetur hevur kirkjan seinastu 100 árini havt leikmansrørslurnar, har kvinnur og menn hava kent ábygd fyri trúboðan og sosialari ábyrgd. Fyrst høvdu vit Kirkjuligu Heimamissiónina, Bláa Kross og útimissiónsringarnar. Seinni fingu vit KFUM&K og Kirkjuliga Missiónsfelagið. Tá ið vit taka hesar felagsskapirnar undir einum, hava teir sjálvbodnir tikið sær av barna-, ungdóms- og skótaarbeiði Fólkakirkjunnar eins og heima-, sjómans- og útimissións- og hjálpararbeiði kirkjunnar. Uttan hesar felagsskapir hevði fólkakirkjan saknað lív og vøkstur, og hevði hon helst ikki havt nær til tað limatal, hon hevur.
Kann ein onnur orsøk til vantandi missiónssinni vera at finna í kirkjuskipanini sjálvari? Sum er, letur Fólkakirkjan talvuna ganga til frama fyri missiónsarbeiði, og tað, sum inn kemur, ger mun. Men av tiltøkupeninginum, sum er tann peningur kirkjuráðini sjálvi hava at ráða yvir, kann einki verða lætið til missiónsarbeiði og hjálpararbeiði uttan fyri landoddarnar. Hetta er ein løgin regla. Hvør kann av røttur við lóg loyva sær at sýta kirkjuni at gera eftir boðum Jesu, at allur heimurin skal hoyra boðskapin og koma at kenna kærleika Guds?
Henda regla í lógarskipan Fólkakirkjunnar má broytast, so kirkjuráðini fáa frælsi at stuðla tí, sum liggur teimum á hjarta.
Frálæra í fólkakirkjuni
Tá ið nýggjur limur kemur í kirkjuráð, skal hann ella hon skriftliga vátta trúfesti móti lærugrundarlagi Fólkakirkjunnar og vilja at arbeiða fyri kirkjunnar ”lívi og vøkstri”. Hetta er gott og rætt, men her hevur tilsvarndi undirvísing vænta. Tí kennir ein ikki grundarlagið, er trupult at vita, hvat ein skal vera trúgvur ímóti. Sjálvsagt kenna limir fólkakirkjunnar nakað til grundarlagið frá t.d. konfirmantundirvísing kirkjunnar og frá prædiku prestanna, men hetta er ikki nóg mikið, tí har fær ein ikki eina skipaða gjøgnumgongd av øllum játtanarritunum.
Í nýggju kirkjulógum Fólkakirkjunnar er komið inn, at tað verður viðmælt biskupi at syrgja fyri, at kirkjuráðslimirnir fáa kunnleika til játtanarrit Fólkakirkjunnar. Nú liggur eitt arbeiði á komandi biskupi at finna form og hátt at fáa hetta gjørt.
Tað er sjálvsagt, at frálæran um grundarlag fólkakirkjunnar verður tengd at prestunum ella nøkum teirra, sum vilja taka sær av hesi undirvísing. Presturin á staðnum hevur ábyrgd fyri at læran samsvarar grundarlagi. Tann, sum hevur umsjón við, at prestarnir halda seg til læruna, er biskupur. Og tann, sum tekur sær av, at biskupur heldur seg til læruna, ja, tað skulu reglur gerast um.
Gud hevur givið øllum sínum børnum at kenna læruna. Sum Jesus sigur: ”… mínir seyðir hoyra reyst mína”. Tvs., øll Guds børn kunnu hoyra mun á Guds rødd og á øðrum røddum. Kirkjufólkið setur ígjøgnum síni fólkavaldu kirkjuráð bæði prestar og biskup. Hvussu farast skal fram móti pestum og biskupi, um hesir ikki fylgja kirkjunnar grundarlagi, kemur ein presta- og biskupsrættur at taka sær av.
Fyri at styrkja trúfesti ímóti læruni er eisini neyðugt at kirkjufólkið fær tilboð um undirvísing í Skriftini eins og í evangelisk-luthersku læruni. Fólkakirkjan átti at havt katekismusfrálæru fyri allar aldursbólkar kirkjunnar.