Fótbóltur
Tað var stórur fagnaður í Lyngby tíðliga seinnapartin. Við sannførandi 4-0 sigri á grannunum úr Bagsværd, sum spæla í AB, tryggjaði Lyngby sær sess í superliguni næsta kappingarár. Harvið er tað greitt, at enn ein føroyskur landsliðsspælari verður í superliguni.
Christian Lamhauge Holst var millum teir fyrstu ellivu á Lyngby liðnum, og hann verður eisini í Lyngby næsta kappingarár.
Lyngby fór á húsagang stutt fyri jól í 2001. Tá varð liðið flutt úr bestu deildini og niður í Danmarksseriuna, men nú hevur Lyngby aftur tryggjað sær pláss í deildini, har teir halda seg hoyra heima.
Hjá Fremad Amager, Toda Jónsson, Jónas Þór Næs, Tem Hansen og Andrew av Fløtum gongur tað minni væl. Jónas varð skiftur inn, og Tem varð skiftur út. Todi og Andrew spældu alla tíðina, og Andrew javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu átta minuttir. Í yvirtíðini skoraði Aarhus Fremad sigursmálið til 3-2 í Sundby Idrætspark.
Fremad Amager er næstaftast. Harvið er støðan hættislig, men enn er møguleiki fyri at bjarga plássinum í næstbestu deildini.