Ein føroyskur Marlowe fer í grind

Meðan høvundurin við einum skálkabrosi stuttleikar sær við krimisjanguruni og hennara klisjéum, er søgan í Krossmessa líka við at fløkja seg sum eitt haft um beinini á høvuðspersóninum. Men slíkt fáa rættir amatørdetektivar, sum Hannis Martinsson, eisini smoygt sær undan

- Fínar greiðir! Umsíðir fingu vit eitt sindur av testosteron inn í føroyskan nútíðarskaldskap, tók ein vinmaður til, tá hann hevði lisið nýggjastu krimibókina hjá Jógvani Isaksen, Krosmessa. Má viðganga, at eg eisini í løtum kendi tað svalandi at koma inn í einføldu mannfólkaverðina í Krossmessu, har frumkenslan hjá veiðumanninum kemur upp í sjálvt ein asfaltføroying sum Hannis Martinsson, tá hann fer í grind. Hinvegin, sjálvsrættivísi smæðist nú ikki burtur í bókini. Heldur verður tað i løtum ein so ráðandi drívmegi, at tú fert at ivast í, um bókin er eitt propagandarit fyri rættinum hjá føroyingum at drepa grind ella ein krimisøga.
Pískaður stemningur
Hvussu er og ikki, fær høvundurin sera hegnisliga flættað hesar báðar tættirnir saman í byrjanini á bókini, tá tvey ung umhvørvisfólk verða funnin myrd millum tveir hvalir á oljukaiini í Havn. Dagin eftir kemur ein bretskur umhvørvismaður á gátt hjá blaðmanninum og amatørdetektivinum Hannis Martinsson, sum heldur trekur sigur ja til at kanna málið nærri. Ferð kemur á søguna og hendingarnar, og áðrenn Hannis veit av, er hann fløktur inn í eitt mál, har inntil fleiri altjóða umhvørvisfelagsskapir hava rottað seg saman í eini samansvørjing móti føroyskum grindadrápi. Hugskotið er fínt, so leingi tað verður brúkt til at skapa eina dramatiska byrjan og tryggja, at høvuðspersónurin fær eitt nóg víttgreinandi mál at njósnast í til at halda spenninginum uppi.
Trupuleikin uppstendir, tá sama mál skal brúkast í eini samfelagslýsing, sum krampakent tvíheldur um eitt blint føroyskt stikni til allar heimsins umhvørvisfelagsskapir, sum neyvan hevur hald í veruleikanum. Í øllum førum ikki tí veruleikanum, sum søgan lætst vera partur av  nevniliga nútíðini. Og okkurt kundi bent á, at høvundurin sjálvur er farin at ivast í treytini fyri hesum partinum av síni søgu. Hví skuldi hann annars mett tað vera neyðugt at píska ein stemning upp og látursgera umhvørvisfelagsskapir við sitatum sum, Tað var frægari, um føroyingar ótu hvønnannan, enn at teir hval ella Tað er skyldan hjá okkara slag  [umhvørvisfólkum] mótvegis umhvørvinum at drepa 90% av øllum livandi menniskjum.
Hent snildi
Fyri at fáa kabalina at ganga upp, má høvundurin hartil flyta ógvusligar 80ara hendingar kring Sea Shepherd og Greenpeace inn í globaliseraðu 90ini, har tær í besta føri gera landgongd og mugu hava kunstigan andadrátt restina av søguni.
Gamaní eigur tað at vera loyvt eini krimisøgu at tvinna realismu og fiktión saman, sum henni lystir, uttan at smásárir ummælarar fáa ilt fyri hjarta. Men sum drívmegi darvar blandið í hesum føri søguni heldur enn tað øvuta, tí realistisku brotini hava brá av dokumentarismu. Nógv bendir eisini á, at Krossmessa er skrivað til ein útlendskan lesaraskara, og fyri hendan má tað síggja út sum, at føroyingar hildu uppat at hugsa ella varnast umheimin einferð síðst í 80unum.
Tá tað er sagt, skulu vit ikki gloyma, at ein royndur krimihøvundur sum Jógvan Isaksen sjálvandi veit hvat hann ger, og tíðarskúgvingin vísir seg skjótt at vera eitt hent snildi í sera væleydnaðu og undirhaldandi lýsingini av høvuðspersóninum Hannis Martinsson.
Hannis er júst fluttur heimaftur til Føroya eftir at hava búð seinastu 10 árini í útlondum. Sum ein annar føroyskur Philip Marlowe, tykist hann liva í eini aðrari verð, har hann smáfilosoferandi situr og smyr sína Remington byrsu við einum stívum whiskey afturvið, sum var tað ein gerandislig sjálvfylgja. Frástøðan til føroyska nútíðarsamfelagið ger eisini Hannis til ein áhugaverdan eygleiðara og viðmerkjara, sum tá hann nostalgiskt harmast broytta føroyska klubbamentalitetin ella illneitast inn á landskassafíggjaðu sangferðirnar hjá hvørjum bygdakóri.
Krimiklisjé við skálkasmíli
Tað er týðiligt, at høvundurin kennir sínar krimiklisjéir og dugir at brúka tær  við ein væl valdum skálkasmíli. Her eru teir eitt sindur tápuligu og dovnu politistarnir, sum eru um at sálast av gløgga amatørdetektivunum, ein ørgrynna av klassiskum cliff hangars og sjálvandi fær málið allatíðina onkra óvæntaða vend. Og alt fær tað lesararan at smílast afturkennandi og skunda sær at blaða enn eina síðu. Tað er í løtum, sum hesum, har lesarin fær frið at njóta spælið við krimisjangruna uttan ov nógva uppíblanding av einum føroyskum veruleika, at Krossmessa eftir mínum tykki eydnast best.
Móti endanum á bókini verður lagt upp til enn eitt mál fyri Hannis, tá hann varnast, at okkurt illgrunasamt fer fram kring oljuboringarloyvi í Føroyum. Lat okkum vóna, at høvundurin skundar sær við framhaldinum, meðan evnið er passaliga ævintýrkent til at hann kann bólta sær í tí, sum honum lystir. Ímeðan áttu møguligir føroyskir filmsleikstjórar at kanna handritið til Krossmessa nærri fyri sínar framúr góðu visuellu effektir.