Ein fastur gerðarrættur er eingin trygd ímóti verkføllum

Landstýrismaðurin í Vinnumálum fekk umborð á Smyrli í morgun handað álit um at seta á stovn fastan gerðarrætt

Hetta merkir ikki, at eingi verkføll verða aftur  tað er ein vanlig misskiljing millum fólk, at hetta loysir øll verkføll, men ein gerðarrættur kann ikki forða fyri, at sáttmálar ganga út, og at partar taka stig í hesum sambandi, segði <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$ formaðurin í arbeiðsbólkinum, ið hevur arbeitt við at gera tilmælið um loysn av trætumálum á arbeiðsmarknaðinum.

Í morgun handaði <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$ vegna arbeiðsbólkin, Bjarna Djurholm landsstýrismanni í vinnumálum álitið um fastan gerðarrætt. Tað er ein samdur arbeiðsbólkur umboðandi 60 ymiskar partar á arbeiðsmarknaðinum, ið letur álitið frá sær. Landsstýrismaðurin kallaði hetta eitt søguligt frambrot, og fegnaðist um hesa semju, og takkaði Kára á Rógvi fyri stóra arbeiðið.

Arbeiðsbólkurin mælir til at seta á stovn fastan gerðarrætt, ið skal taka støðu í øllum trætum á arbeiðsmarknaðinum í sáttmála skeiðinum. Stovnurin skal fíggjast av brúkaragjøldum eins og vanligi gerðarrætturin er tað í dag. Men fyri at tryggja stovninum, eisini í tíðarskeiðum har eingi mál eru, skal Vinnumálaráðið fíggja raksturin av hesum sekreteriati. Stovnurin fær heitið Fasti Gerðarrættur. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$ sigur, at heiti er óbundið í teirri vón, at Fasti Gerðarrættur fær støðið millum manna, eins og t.d. Føroya Rættur.

Álitið um rættin er ein semja, sum teir 60 partarnir skulu undirskriva, hetta bindur teir til at fylgja avgerðum, ið Fasti Gerðarrættur tekur. <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$ sigur, at hann vónar, at flest allir av partunum velja at undirskriva beinanvegin, tí nevndin er samd og hevur í allari viðgerðini tryggjað sær, at partarnar vóru kunnaðir um arbeiðið, og tók afturmeldingar frá pørtunum við í viðgerðina.

Rætturin skipar seg við somu nevnd, sum hevur sitið og gjørt álitið, 3 limir umboðandi arbeiðsgevarar og 3 limir umboðandi arbeiðstakarar. Henda nevnd velur 2 løgfrøðingar at vera formann og næstformann.

Nevndin tekur avgerðir í øllum vanligum trætumálum og ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Til hvørt trætumál verða 3 limir valdir av avgera málið. Ein vegna arbeiðsgevaran, ein vegna arbeiðstakararnar og ein av formonnunum. Í serliga truplum førum verða tvey umboð vegna arbeiðstakarar og tvey umboð vegna arbeiðstakarar. Eru málini av prinsipiellum slagi, er øll nevndin við í viðgerðini.

Stovnurin fer somuleiðis, at gera eitt savn av avgerðum í trætumálum á arbeiðsmarknaðinum, ið kann lætta um framtíðaravgerðir. Arbeiðið hjá Fasta Gerðarrættinum fer sambært Kára á Rógvi og Bjarna Djurholm at skapa eitt betri klima á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at trætur ikki verða tiknar við til samráðingarborðið, tá sáttmálasamráðingar verða, hetta kann skera talið av verkføllum niður. Men hetta merkir ikki, at eingi verkføll verða aftur, tí ein gerðarrættur kann ikki forða fyri, at sáttmálar ganga út, og at partar taka stig í hesum sambandi, segði <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, setti á heysti 2003 arbeiðsbólkin, at gera tilmæli um skipan at loysa trætumál á arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðunum.
Arbeiðssetningurin, sum bólkurin fekk at virka eftir, var gera uppskot til skipan, sum kann viðgera trætumál og spurningar um sáttmálabrot við atliti at veita skjóta viðgerð,
at samfelagslig áhugamál verða havd í huga, serliga at ósemjur og sáttmálabrot verða loyst í eini rættarskipan, og at kunna hjálpa tí partinum, sum líður undir sáttmálabroti, at fáa sín rætt og møguliga uppreisn, so skjótt sum til ber. Hesin Tað er hesin partur av arbeiðinum, ið er liðugur nú.

Nú verður arbeitt víðari við at seta stovnin á stovn, og ætlanin er, at hann fer at virka 1. apríl. Bjarni Djurholm segði, at hann nú fór at bera uppskotið um at fíggja sekreteriatið í Løgtingið.

Bólkurin fer nú at arbeiða víðari við restina av arbeiðssetninginum, ið umfatar stovnsetan av nýggjum semingsstovnið og at dagføra lóggávuna um seming á arbeiðsmarknaðinum, men bæði landstýrismaðurin og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári á R?gvi"$?$end$!$Kári á Rógvi</st1:PersonName$?$end$!$, vóru samdir um, at størsta arbeiðið var fari afturum við hesum áliti.