Skráin fyri mentanarnáttina er fjølbroytt. Handlarnir og matstovurnar hava leingi opið, og skipað verður fyri ymsum tiltøkum, bæði í miðbýnum, SMS og aðrastaðni í Havnini.
Fleiri forvitnislig tilboð eru til tær forvitnu sálirnar. Millum annað kann nevnast, at Náttúrugripasavnið hevur eina nýggja framsýning, og skipað verður fyri túrum í Boysensgarð og Tinganes við ferðaleiðara.
Onnur tiltøk verða eisini í Listaskálanum, Fornminnissavninum, Pætursastovu, Sjónleikarahúsinum. Gongutúrar verða á Reyni og Tinganesi, umframt vitjan í Havnar kirkju.
Kvøldið endar við føroyskum dansi í Sjónleikarahúsinum.
Snarskivan
Í Snarskivuni er ein áhugaverd grafisk framsýning við verkum, sum føroysk og útlendsk listafólk hava gjørt á. Listafólk sum Olivur við Neyst, Rannvá Kunoy, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Kári Svensson o.o verða við á hesi framsýningini. Talan er um steinprent, og kunnu myndaevnini fáast til keyps í Snarskivuni. Henda framsýning letur upp klokkan 17.30 fríggjadagin og opið verður til klokkan 23.
Um kvøldið verða tvær konsert á torginum í sjálvari Snarskivuni. Næmingar í Føroya KLarinett Orkestri spæla klokkan 18.30, og klokkan 21.00 spælir Unglingahornorkestrið í Tórshavnar Musikkskúla.
Í Smiðjuni í Lítluvík er ein áhugaverd og fjølbroytt listaframsýning, har høvi verður at síggja eitt breitt úrval av føroyskari nútíðarlist.
Felagsnevnarin fyri listamálararnar er, at teir allir á ein ella annan hátt hava tilknýti til Havnina og listaumhvørvið í býnum, og eru harumframt partar av býarmyndini.
Á framsýningini verða listaverk eftir Zacharias Heinesen, Bárð Jákupsson, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Anker Mortensen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálv av Reyni og Kára Svensson.
Eisini verður tónleikur at hoyra í Smiðjuni. Klokkan 19 spæla næmingar í Tórshavnar Musikkskúla, og klokkan 20.30 syngja og spæla Sigrið Sivertsen og Eirikur Skála ? lærarar á Tórshavnar Musikkskúla.
Barnabókasavnið í Havn hevur eina forvitnisliga spurnarkapping, sum er gjørt í sambandi við mentanarnáttina. Hon er býtt sundur í tríggjar aldursbólkar, og gongur hon fyri seg á heimasíðuni hjá bókasavninum, www.byarbok.fo. Eisini ber til hjá børnunum uttanfyri Havnina at luttaka. Teir hepnu vinnararnir fáa eitt gávukort uppá 500 krónur frá bókasøluni í SMS, og lutakast verður millum tey, ið hava svarað rætt. Til ber at luttaka fram til 14. juni, 2002. Vinnararnir fáa beinleiðis boð, og nøvnini verða kunngjørt á heimasíðuni.
So lagt er upp til eina spennandi mentanarnátt við fjølbroyttari skrá. Eftir er bert at vóna, at veðrið verður nóg gott til at ganga og hugna sær í býnum.