Á borgarafundinum í Kvívík mánakvøldið var eisini Helena Dam á Neystabø, sum nú umsitur kommunumál.
Hon leggur ikki í at hava nakra meining um, hvørjar kommunur skulu leggjast saman, tí tað heldur hon seg ikki hava rætt til at hava.
- Á fundinum vísti eg á, at í lógini um sjalvbodna samanlegging er staðfest, at Kvívík og Vestmanna skuu í somu kommunueind, og tí verður ta
Ein trupulleiki, um Kvívík velur eina aðra eind, sigur Helena Dam á Neystabø.
Lógin kemur
Hon sigur, at arbeitt verður við at fáa gjørda eina breiða semju um kommunubygnaðin, og málið er at hava lógaruppskotið liðugt í seinasta lagi 1. juni, so tað kann leggjast fram í ólavsøkutingsetuni, og lógin kann verða komin í gildi, tá ið kommunuvalið verður næsta ár.
Kvívíkingar hava áður valt Vága kommunu fram um aðrar kommunur, og standa tey við tað, verður málið eitt sindur fløkt, tá ið lógin sigur, at Vestmanna og Kvívík skulu vera saman.
Í fyrru landsstýrinum var semja um, at níggju var eitt hóskandi tal av kommunum. Men m talið verður sjey, átta ella níggju sigur Helena Dam á Neystabø hava minni at siga.
Annars heldur hon tað vera óheppið, um endin verður ein stór kommuna við helvtini av landsins borgarum og nøkrum smærri kommunum aftrat.