Ein føroysk veitingarskipan er skilabesta loysnin

Samstarv ella stríð ? okkara val

Tá ið tað í fjør varð arbeitt við eini samskipanarætlan fyri føroyskar ídnaðarhavnir (t.e. allar føroyskar havnir, sum í dag hava virksemi tengt at samferðslu, frakt, goymslu, fiskivinnu, skipasmiðju ella øðrum ídnað) undir heitinum »Veitingarsamtak Føroya«, var eitt aðalmál fyri verkætlanina, at vit ikki skuldu koma í eina støðu, har vit nýttu óneyðuga orku til at kappast við okkum sjálvi um veitingar til frálandavinnuna ? tíverri er tað júst hetta, sum er hent.

Á hesum stað ætli eg mær ikki at koma við metingum um orsøkir og avleiðingar av hesi kapping; tó skal eingin ivi vera um, at tann orka, ið er løgd í hesar ætlanir, eftir mínari hugsan, kundi verið nýtt á ein munandi øðrvísi og skilabetri hátt.


Eingin tørvur á út-

gerðarhavn(um)

fyrr enn um 3-5 ár

Politikarar, oljufeløg og persónar innan oljuvinnuna annars eru flest øll á einum máli um, at íløgur skulu haldast á einum minimum í leitingarfasuni. Í staðin skulu vit leggja áherðslu á, at samskipa og tilrættarleggja soleiðis, at vit føroyingar fáa sum mest burtur úr teimum aktivum, vit ráða yvir í dag.

Eingin forðing er fyri, at vit kunnu fara í gongd við teimum fasilitetum, sum vit ráða yvir í dag. Tað verður sjálvandi neyðugt at fáa til vega nakað av amboðum og maskinum uttanlands, men menningin skal í høvuðsheitum koma gjøgnum samskipan og skal henda í tann mun, ið tørvur er á hesum og eitt er heilt vist: Tað er ikki tørvur á eini beinleiðis oljuútgerðarhavn í Føroyum tey komandi 3-5 árini.


Føroyskur førleiki

fyrst og fremst

Í sambandi við komandi veitingar til frálandavinnuna áttu vit, ístaðin fyri innanhýsis kapping, at funnið fram til ein bygnað fyri einum føroyskum veitingarkervi, sum stimbrar upp undir, at eitt komandi frálandavirksemi kemur at bera í sær fleiri føroyskar arbeiðsmøguleikar eins og vinnuligan vøkstur og vinnuligt margfeldni í bæði stytri og longri framtíð; eitt politiskt aðalmál, sum eisini er staðfest í frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini, sum kom út í fjør.

Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at rættast er at virka fram ímóti einum bygnað sum stimbrar.

a)- at eitt komandi oljuvirksemi kemur so nógvum og fjølbroyttum økjum (geografiskt & búskaparliga) av føroyska samfelagnum til góðar sum gjørligt;

b)- at avgerandi partur av eini føroyskari luttøku í framtíðar frálandavinnu kemur at byggja á ein smidligan bygnað við neyðugum førleika;

c)- at føroysk luttøka í eini komandi oljuvinnu (og leitingarfasu) kann veita eina kappingarføra tænastu á altjóða støði.


Spurningurin

er politiskur

Hvussu vit skipa okkum í mun til eina komandi frálandavinnu er sjálvsagt í stóran mun ein politiskur spurningur ? alt annað er at skulka sær undan ábyrgd. Serfrøðingabólkurin hjá landsstýrinum, »Oljuráðleggingarnevndin«, leggur í »Fyrireiking til oljuleiting« upp til, at vit føroyingar yvirhøvur fáa eina vinnumenning og førleika á føroyskar hendur burtur úr eini komandi frálandavinnu. Spurningurin er so, hvørji amboð skulu nýtast, soleiðis at hesar politiskur grundhugsjónir í praksis røkka á mál?


Eitt felags føroyskt

veitingarkerv

Í londum rundan um okkum er ikki óvanligt at skipa seg soleiðis, at úrtøkan frá virksemi, ið er tengt at oljuvinnuni tænir so nógvum interessum sum gjørligt; Aberdeen Harbour Board og Lerwick Harbour Trust eru ítøkilig dømi uppá tílíkar skipanir. Við eini skipan, skorin eftir sama leisti sum í Aberdeen og Hetlandi, er møguleiki fyri, at úrtøkan (evt. % satsur) frá leitingarvirkseminum, sum tey fyrstu 5 árini fer um føroyskar havnir (t.d. skipa- og vørugjald, lossing, leiga av øki/lendi og veitingar til t.d. seismikk- og veitingarskip) fer í ein »menningargrunn«. Hesin grunnur skal síðani, við atliti til fjølbroytta menning, verða við til, at føroyingar í heild fáa ágóða av, at oljupeningur er farin í umfar í landinum.

Tað eru sjálvandi nógv ymisk kriterium, og nógvir ymiskir prosentsatsir, ið kunnu nýtast sum býtislykil í eini tílíkari skipan; tó er tað vert at undirstrika tað prinsipiella í, at pengar verða tiknir úr oljurenslinum og fluttir til onnur mennandi endamál. Hinvegin skal ein tílík skipan eisini tryggja, at munandi parturin av inntøkum fer til »uppgradering« av útgerðarhavn(um), soleiðis at føroyingar fáa eina kappingarføra tænastu á altjóðastøði, tá ið talan er um komandi veitingarvirksemi.

Ein tílík skipan hevði gjørt, at vit, í oljuvinnuhøpi, mentu okkum í mun til veruligan staðfestan tørv. Somuleiðis tryggjar ein tílík skipan, at vit ikki »læsa« okkum fastan uppá nakað ávíst øki, ella nakað ávíst felag, v.v. supplybasavirksemi áðrenn tíðin, og útviklingurin sum heild hevði víst okkum á skilabestu loysnina. Á hendan hátt fáa allar góðar kreftir loyvi til at verða við í eini føroyskari oljuvinnumenning á jøvnum føti; yvir tíð vil útviklingurin so staðfeta, hvør hevur valt burðardyggar loysnir ? og hvør ikki.


Áheitan til

politikararnar

Eg vil hervið heita á landsstýrið og føroyskar politikarar annars við ábyrgdarkenslu, um at taka hetta mál í tí álvara, sum krevst fyri at vit kunnu fáa eina skilagóða loysn á, hvussu vit føroyingar skipa okkum í mun til komandi veitingar til frálandavinnuna. Bert um politikarar vísa ábyrgd kunnu vit fáa eina skipaða loysn, sum kemur Føroya fólki øllum til góðar.


Suni á Dalbø,

oljuráðgevi