Ein forvitnislig og lítið kend veiða

Tey flestu hava ongantíð sæð ein livandi líra, sum er pisan hjá skrápi. Eingin neyv skráseting finst sum sigur, hvussu stórur stovnurin er, men nógv bendir á, at rotta hevur verið við til at hildið stovninum niðri. Á nøkrum plássum verður líri tó framvegis veiddur við lummalykt í myrkri, men lítið og einki hoyrist um, hvussu vignast

FUGLAVEIÐA

Flestu kenna svartfuglaveiði og nátaveiði, men tey eru ikki so mong, sum vita nakað serligt um súluveiði og líraveiði at siga. At súluveiða er ókend fyri mong, er í fyrsta lagi tí, at hetta er ein veiða, sum bert fer fram í Mykinesi – og í myrkri. Líraveiða er lítið kend, tí tað er bert á fáum plássum, at nakar líri er, og nú á døgum gongur líraveiða helst eisini bara fyri seg í myrkri. Áður drógu menn líra við króki, og tá kundi tað líka so væl vera í dagsljósi, men í dag man lítið vera gjørt við hetta. Líri, sum nú verður tikin, tá vertíðin er, er fuglur, sum kemur úr holuni og út at sita í myrkrinum, tá hin gamli fuglurin – skrápurin – nærkast tíðini, til hann kemur inn aftur av havinum við føði.

Eitt hvítt egg
Skrápur er í ætt við náta. Hann er myrkur og næstan svartur omaná bakinum og hvítur undir búkinum og fram eftir undir hálsinum. Fuglurin reiðrast í djúpum holum eins og lundi. Innast í holuni verpur bøgan eitt hvítt egg.
Føroya Náttúrugripasavn veit at siga, at eggið verður bølt í 51 dagar, tá pisan kemur út. Tað er pisan hjá skrápi, sum verður rópt líri. Hon er næstan líka so feit sum nátungi og verður floygd eftir umleið 70 døgum.
Uppi á landi sæst skrápur bert í myrkri, tá fuglurin flýgur til og frá holuni. Úti á havinum sæst skrápur, og um sumrarnar síggjast fuglarnir ofta í flokkum.
Skrápur er flytifuglur, og á vetri ferðast hann heilt suður til havleiðirnar við Argentina.

Nøkur líralond
Uttan at vita tað við vissu, er líkt til, at talið av líra, sum kemur undan á hvørjum ári, er minkandi. Kønir meta, at tað er rotta, sum er komin í oyggjarnar, har skrápur hevur reiðrast og hevur gjørt av við ein part av hesum stovni. Tí munnu frægastu líralondini, um vit kunnu rópa tey so, vera í oyggjum, har rotta enn ikki er komin.
Í Skúvoy er framvegis væl av líra, og vanliga verður sagt, at fitt av skrápi reiðrast í Sandoynni, Trøllhøvda og í Koltri.
Nólsoyingar hava eisini gjøgnum øldir tikið líra, tó at talið ikki hevur verið tað stóra í nýggjari tíð, men hóast eingin rotta er í oynni, er kortini ikki líkt til, at stovnurin veksur. Nøkur ár hevur eingin veiða verið, tí menn hava valt at friðað urðina fyri veiði.
Tað eru fleiri dømir um, at skrápur eisini reiðrast í oyggjum og støðum, har rotta er og hevur verið leingi. Men í slíkum føri er hetta ofta í høgum hæddum, har rotta helst ikki trívist nakað serligt.
Annars siga kønir, at rotta tekur bæði egg og ungar.
Lítið man vera at ivast í, at náttúruviðurskifti, sum hava gingið út yvir svartfuglastovnin, eisini hava gjørt seg galdandi hjá skrápi.

25.000 pør
Líraveiða verður ikki skrásett, men Føroya Náttúrugripasavn metir, at eini 25.000 skrápapør eiga í Føroyum og størstu bølini úti í heimi, sum náttúruvísundin veit um, eru í Bretlandi og Írlandi.
Undirritaði, sum hevur skrivað hesa grein, hevur verið við til at tikið líra á nátt, bæði í Nólsoy og í Eysturoy, har eg sjálvur fyri longu nógvum árum síðan eri komin fram á nøkur støð í Eysturoy, har skrápur reiðrast – og nakrir lírar koma undan á hvørjum ári.
Men ikki er talið stórt.
Tá náttúruvísundin sigur, at skrápur er svartur oman á bakinum, er hetta ikki heilt rætt. Vit, sum kenna eitt sindur til skráp og líra, plaga at siga, at ungin er kolsvartur oman á rygginum, meðan skrápur – hin gamli fuglurin - skyggir myrkamoyrreyður, tá tú í myrkri lýsir á hann við lummalykt.
Hevur tú í myrkri fingið fatur á líra, sum einki dún hevur, kann vera ilt at kenna hendan frá tí gamla fuglinum, og hin gamli má undir ongum umstøðum takast. Í slíkum føri plagdu vit at siga, at ivast tú í, um ryggurin er kolsvartur, so slepp fuglinum aftur, tí so er talan um skráp – og ikki líra.

Lummalykt loyvd
Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn at draga líra. Nakrar dagar seinni var vanligt at taka líra við lummalykt í myrkri.
Um mánaðarskiftið august/ september er myrkt um 22-tíðina, og hetta plagdi at vera tíðin, tá menn, sum vóru farnir á líraveiði, fóru í hvør sína ætt á urðini og byrjaðu at leita við lummalykt.
Í fuglaveiðilógini stendur um forbodnar veiðihættir, at hesir eru eitt nú snara, lokk ella kunstugt ljós, sum lummalyktin her verður rópt. Tó er viðmerkt í lógini, at lummalykt kann nýtast til tøku av líra.
At enda kunnu vit vísa til Mikkjal á Ryggi, sum í fuglabók síni sigur, at líri er óføra feitur og verður hildin at vera rættiligt góðgæti.