Ein fotomynd kann altíð gerast betri

Ditte M. Joensen, sum er 29 ára gomul og útbúgvin grafikari, hevur tríggjar forvitnisligar myndir við á ólavsøkuframsýningini. – Eg havi tikið myndir í nógv ár, og mær dámar væl at arbeiða við myndum, sigur hon

Ólavsøkuframsýning

 

Í sínum arbeiði sum grafikari á Sendistovuni í Havn arbeiðir hon eisini við myndum, men tað er serliga í frítíðini, at hon eksperimenterar, sum hon sjálv tekur til.

- Mær hevur altíð dámað væl at tikið myndir, og hetta hevur verið eitt ítrív, sum hevur hugtikið meg alt tað, eg kann minnast. Í seinastuni eri eg farin at ”dyrka” hetta ítriv enn meira, og eg eri eisini farin at arbeiða meira við mínum myndum.

Ditte M. Joensen, sum fyrstu ferð í ár er við á eini ólavsøkuframsýning, hevur eina myndarøð við trimum forvitnisligum fotomyndum hangandi í Listaskálanum.

Á teirri fyrstu myndini er ein snigil, sum krýpur á einum ruskstativi og spílar eyguni út. Teksturin á myndini er ”Hygg har”. Onnur myndin er høvdið á eini kettu, sum rættir hálsin upp og starir upp í loft eftir einum fugli ella flugu – og her er teksturin ”Hygg her”. Triðja og seinasta myndin í røðini er ein nærmynd av einum eyga – við áskriftini ”Hygg nær”, og her sært tú ymiskt, sum speglast inni í nærmyndini av eyganum.

- Snigilin kreyp uttanfyri hjá mær, og kettan er mín, men eg vil ikki siga, hvør eigur eygað, sigur hon brosandi.

Eins og aðrar myndir og listaverk á ólavsøkuframsýningini eru eisini hesar fotomyndirnar hjá Ditte til sølu, og sjálv heldur hon, at tær bæði kunnu seljast sum myndarøð – ella sum stakar myndir.

- Eg helt, at júst hesar myndirnar rigga væl saman og kunnu siga eina søgu. Tær eru ikki valdar við ”kvaliteti” fyri eyga, men heldur eftir, hvussu tær passa saman. Mær dámar best, tá myndir kunnu siga okkurt. Tað nýtist ikki neyðturviliga at vera ein vøkur mynd, sum sigur tær nakað serligt, heldur hon.

Ditte hevur áður luttikið á onkrari framsýning, og eitt nú hevur hon sýnt fotomyndir í hølum hjá Eik Banka.

- Eg havi onkuntíð málað, men fotomyndir hava fullkomiliga tikið yvir, sum hon tekur til.

Spurd, hvat hon heldur um at viðgera myndir á ymiskum forritum, sigur hon, at alt veldst um, hvat tað er, tú vilt við einstøku myndini.

- Ein mynd kann saktans vera perfekt júst, soleiðis sum hon er tikin. Hinvegin er tað áhugavert at viðgera ella fínpussa myndir – alt eftir, hvørjar myndirnar eru, og hvat tær skulu brúkast til.

Ditte M. Joensen sigur, at nógv eisini veldst um, hvørt tú dugir at viðgera eina mynd ella ikki.

- Við mínari útbúgving havi eg lært at viðgera myndir, og eg havi eisini lært at hava eitt ávíst forstáilsi fyri teimum litum, sum eru á einari mynd. Onkuntíð skalt tú gera nakað við eina mynd, um hon veruliga skal gerast góð. Ein mynd kann altíð gerast betri, um tú dugir at viðgera hana, sigur unga vestmannakvinnan, sum býr í Havn.