Fyribils vápnahvíld bert eitt andarhol hjá Ukraina

Flogfarið við amerikanska miðeystursendimanninum, Steve Witkoff, lendi í Moskva um 10.30-tíðina fyrrapartin

Kreml-ráðgevin, Yuri Ushakov, sigur, at amerikanska uppskotið um vápnahvíld í Ukraina í ein mánaða, sum Ukraina eisini tekur undir við, bara fer at geva ukrainsku herdeildunum eitt andarhol.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at bólturin nú liggur hjá russum.

 

Í morgun visti almenna russiska tíðindastovan Tass at siga, at flogfarið við amerikanska miðeystursendimanninum, Steve Witkoff, var komið í russiskt loftrúm, og flogfarið lendi í Moskva um 10.30-tíðina lokala tíð.

 

Steve Witkoff er maðurin, sum hevur havt ein veksandi leiklut í friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina, og sambært russisku ávísini, Kommersant, skal amerikanski sendimaðurin hitta Vladimir Putin, men hesi tíðindi eru ikki váttað.

 

Fyrr í hesi vikuni gjørdist tað greitt, at Ukraina tekur undir við einari fyribils vápnahvíld í 30 dagar eftir samøður við umboð fyri USA í Saudi Arabia.

 

Sambært Reuters sigur Kreml-ráðgevin, Yuri Ushakov, í dag, at ein fyribils vápnahvíld millum Ukraina og USA bara verður eitt andarhol hjá ukrainska herinum, og hetta sigur hann í einari sjónvarpssamrøðu.

 

Í gár visti Reuters eisini at siga, at Russland hevur latið USA ein lista yvir "generel" krøv til friðarsamráðingar, men í dag vildi Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, hvørki vátta ella avsanna hetta.

 

- Nú er tað upp til Russland. Vit hava fólk, sum fara til Russlands júst nú, segði amerikanski forsetin, seinnapartin í gjár.

 

##med2##

 


 

 

 

 

F.v.: Sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og trygdarráðgevin, Mike Waltz