Ein góð tíð á Argja skúla

Ásmundur Johannesen starvaðist á Argja skúla í fimmtiárunum. Ásmundur var tann næsti lærarin, sum varð settur í starv á Argja skúla, og minnist hann við gleði aftur á tey átta árini hann starvaðist har

Ásmundur Johannesen er í dag 72 ára gamal. Tá hann byrjaði sum lærari á Argja skúla, var hann ungur ? 26 ár.
? Olaf Petersen var fyrsti lærari á Argja skúla. Hann var einsamallur frá tí skúlin byrjað í 1952 til eg kom í 1956. Tá Olaf byrjaði var bert ein skúlaflokkur, men so komu fleiri børn, og tørvur gjørdist á einum lærara afturat. Tí varð eg settur í starv, sigur Ásmundur Johannesen.
Skúlin var tá var bara tað hvíta sethúsið, sum stendur við vegin í dag, men sum framvegis verður brúkt sum skúli. Tá var ein skúlastova, og læraraíbúð til Olaf Petersen og familjuna. Tá Ásmundur eisini varð settur í starv, varð ein skúlastova bygd afturat í kjallaranum. Lágt var upp undir loftið, so trongligt kundi gerast inni.
? Eini 50 børn mundu ganga í skúlanum tá, greiðir Ásmundur frá.
? Tey vóru frá 7 til 14 ár. Tá tey vóru liðug at ganga í skúla her fóru tey so til Havnar á realskúla.
? Næmingarnir vórðu býttir sundur. Tað kom fyri, at tveir árgangir vóru í sama flokki. Tey elstu børnini komu klokkan átta um morgunin, meðan tey, sum vóru eitt sindur eldri komu eitt sindur seinni, og tey heilt smáu komu um døgurðatíð ella har um.

Nýggi lærari
Lærugreinarnar tá vóru føroyskt, danskt, rokning, bíbilsøga og landalæra.
? Skúlin tá var so lítil, og eg haldi vit vóru eitt sindur liðiligir, tá tað kom til undirvísingina. Sjálvur var eg ógvuliga áhugaður í plantulæru, so um summarið tá veðrið var gott, plagdu vit at fara út í fjøruna ella hagan at læra um djór og plantur. Tílíkt kendu tey onki til tá, sigur Ásmundur, sum leggur afturat, at fyri stuttum hitti hann ein gamlan næming frá 1. flokki. Hesin næmingur hevði sagt við Ásmund, at hann minsti væl, tá tey fóru út at hyggja eftir blómum.
Ásmundur heldur, at tað er nógv broytt síðani hann byrjaði sum lærari.
? Tað er nógv fríari nú. Til dømis siga børnini »tú« við læraran. Tey søgdu ikki gjarna »tú« fyrr. Kanska teir eldru dreingirnir kundu finna uppá at siga tað við meg, tí eg var so ungur, men eg varð mest kallaður »nýggi lærari«. Hetta hekk við øll árini eg arbeiddi á skúlanum. Eg var nýggi lærari, og Olaf var gamli lærari.
Børnini vóru eisini ógvuliga fitt, heldur Ásmundur.
? Tey sótu nógv stillari tá enn nú. Eg minnist, at tey plagdu at spæla á spælistykkinum uttanfyri skúlan. Ongin ringiklokka var, so um veðrið var gott, so kundu tey gott spæla eina góða løtu í skúlagarðinum. So bankaði Olaf á rútin og rópti tey inn, og so komu tey inn aftur til undirvísing.
Skúlagongd var allar dagar í vikuni. Seks tímar um dagin, seks dagar um vikuna. Tað vil siga, at skúlagongd var eisini leygardag. Men so minkaði leygardagurin niður til klokkan 12, og til endans datt hann heilt burtur.
? Eg minnist, hvussu eg plagdi at læra tey spøl. Antin spøl, sum eg dugdi sjálvur, ella spøl, sum eg hevði lisið meg til í eini hondbólk.
? Nú er tað, sum eitur flogbóltur vorðið til eina ítróttargrein. Men eg minnist tá eg las í eini fimleikabólk fyri fimleikalærarar, um eitt spæl, sum æt volleyball. Tá í tíðini lógu nógv russaraskip úti á fjørðinum, og nógvar boyur ruku inn á land.
? Ein dagin segði eg við dreingirnar, at nú fóru vit at spæla volleyball. Vit tóku eina stóra appelsinlitta boyu og festu eitt petti av einum troli ímillum tvey net. Og so spældu vit volleyball, so argjadreingir hava verið ímillum teir fyrstu at spæla flogbólt.

Próvtøkur
Ásmundur dámdi væl at vera lærari á Argjum. Tá var bygdin lítil. Nógv minni enn hon er í dag. Tað vóru nøkur fá hús mitt í bygdini og nøkur suðuri á Argjaboða. Frá skúlanum og heimeftir vóru kanska eini tvey hús.
Eitt, sum Ásmundur minnist serliga væl, eru eksamiurnar.
Einaferð um árið kom próstur saman við einum presti at hava eksamiu. Tá fór próstur so fyrst inn í ovaru stovu og presturin í niðaru stovu.
? Har spurdu teir eitt sindur. Mest var tað bíbilsøga. Og so skiftu teir um. Aftaná gav fyrsti lærari døgurða.
Spurt var útyvir allan flokkin. Ikki hvønn einstakan næming.
Jólafestirnar minnist Ásmundur eisini aftur á við gleði.
? Tá gjørdu konurnar okkurt til matna og komu við tí á skúlan. Dansað var um jólatræið, og børnini fingu hvør sítt kramarhús við piparnøtum, appelsinum og súreplum.
Læraralønirnar vóru ikki stórar tá. 700 krónur um mánaðan var tað Ásmundur fekk í løn.
? Eg minnist, at ein gamal maður segði við meg einaferð, at skúlalærarar helt hann lítið um. Teir sótu heitir og mettir inni í eini skúlastovu, og so vildu teir hava løn afturat. Tað vóru heldur góðar umstøður, metti gamli maðurin, sigur Ásmundur og flennir.
Í átta ár starvaðist hann á Argja skúla. Síðani fór hann niðan í Hoydalar at undirvísa á realskúlanum, sum seinni varð til HF og har varð hann til pensjónsaldur.
Men tíðina á Argjum er nakað hann minnist aftur á við gleði.