Sambært Gunnari Dahl Olsen, sum á nógvan hátt er ímyndin av føroyskari súkkling, er uppskriftin til ein góðan súkklara rættiliga einføld, men torfør at liva upp til.
- Skalt tú súkkla í Føroyum, so krevur tað fyrst av øllum, at tú veruliga vilt tað. Tú skalt tíma út, eisini í ringum veðri, og annars so mást tú bara stríðast, sigur Gunnar Dahl Olsen.
Hann leggur afturat, at tað kann vera ein góð hjálp, um mann sum Føroyameistarin, Torkil Veyhe, byrjar at súkkla heilt ungur.
Tað finnast mýtur í súkkling, at tað er ein fyrimunur at vera langur til summar greinar, men tað heldur Gunnar Dahl Olsen hava lítið at siga.
- Tað finnast góðir súkklarar í ymiskari hædd. Torkil Veyhe er til dømis eitt sindur størri enn eg, meðan Bogi Kristiansen ikki er av størstu monnum, og hetta er tað sama vit síggja í altjóða kappingum, staðfestir hann.
Hinvegin hevur vektin sera nógv at siga.
- Tú mást sjálvandi ansa eftir, hvat tú etur, tí ert tú tyngri enn hinir, so mást tú sjálvandi arbeiða meira enn hinir í mótbrekkunum, og tá kann tað gerast trupult, sigur Gunnar Dahl Olsen.
Men tað týdningarmesta, fyri at gerast ein góður súkklari, bæði í Føroyum og alla aðrastaðni, er at súkklarin vil venja nógv.