Ein góð vika hjá Mariu Biskopstø

Maria Biskopstø setti fyrst føroyskt innanduramet á 200 metrum, síðani vann hon VK4 í Sørvági

Maria Biskopstø setti fyrst føroyskt innanduramet á 200 metrum, síðani vann hon 4. umfar í Vetrar kappignini, sum var í Sørvági um vikuskiftið, skrivar fif.fo.

- Maria var ikki við í fyrsta umfari av Vetrarkappingini, men vann bæði VK2 og VK3. Men kvinnukappingin er sterkt mannað í ár við Rigmor N. Arge, Maritu Andrasardóttir og Sarah Vallin, so spenningur er undan hvørjari kapping, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.

- Maria seg á odda stórt sæð beinanvegin, meðan Rigmor og Marita fylgdust. Men á heimleiðini fekk Marita veruliga ferð á, og vann seg inn aftur á Mariu, sum tó hevði nóg mikið av ferð og kreftum eftir til at sláa sigurin fastan við einum góðum endaspurti, skrivar fif.fo.

 ##med2##

Hjá monnunum hevur Eirikur Hansen verið í serflokki í vetur og hevur vunnið nakrar greiðar sigrar. Sigurin bleiv eisini greiður, men tað var ikki fyrr enn hann kom vestur til Bíggjar, at hann ordiliga traðkaði á spitaran.

- Hann hevði tá havt Hanus í Horni Nielsen og Rógva Kárason uppá sleip í mótvindinum. Longu tá vent varð við rulluportrið tyktist sum Eirikur hevði avgjørt alt, og hann endaði eisini fremstur góðan minutt framman fyri næsta rennaran, skrivar fif.fo.

Hanus í Horni Nielsen bleiv nummar tvey, meðan Rógvi Kárason bleiv nummar trý.

Kvinnurnar:

1. Maria Biskopstø, Treysti 42.00

2. Marita Andrasardóttir, Hvirlan 42.02

3. Rigmor N. Arge, Hvirlan 42.25

4. Sarah Vallin, Bragdið 42.33

5. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 46.05

6. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 47.32

7. Astrid Joensen, Roysnið 48.27

8. Kristin Baldvinsdóttir, Bragdið 51.21

9. Marita Hansen, Bragdið 51.22

10. Heidi Jógvansdóttir, Bragdið 51.40 

Menninir:

1. Eirikur Hansen, Bragdið 35.16

2. Hanus í Horni Nielsen, Frælsi 36.27

3. Rógvi Kárason, Bragdið 37.10

4. Hallur Holm, Bragdið 38.13

5. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 39.39

6. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 40.17

7. Lau Jensen, Roysnið 40.32

8. Heri Christophersen, Frælsi 41.19

9. Bjarki Johannesen 41.31

10. Uni Joensen, Frælsi 41.43