Ein øgiliga keðilig støða at vera í

Vit verða noydd at vísa yvir helvtini av næmingunum frá okkum, sigur Dennis Holm í Vági

Ítróttarháskúlin í Vági er nógv betri umtóktur enn vit høvdu torað at vóna. Tað sigur Dennis Holm, sum er formaður í stýrinum fyri háskúlan.

 

Hann sigur, at tað eru bara pláss fyri 40 næmingum á skúlanum. Tann stóru fløskuhálsurin er at hýsa næmingunum, tí tey hava ikki bústaðir til meiri enn hesar 40 næmingarnar.

 

 

Men sum vit skrivaðu fyrr í dag, er eitt rættiligt frambrot á veg á hesum øki. Les meiri um tað við at trýsta HER

 

 

Men Dennis Holm sigur, at longu í fjør vóru ábendingar um, at áhugin fyri at sleppa á ítróttarháskúlan var so mikið stórur, at tað fór ikki at eydnast at taka allar næmingarnar upp.

 

Og til skeiðið sum byrjar nú í august, hava tey longu nú fingið heilar 80 umsóknir, og Dennis Holm er sannførdur um, at tá ið umsóknarfreistin er farin tann 1. juli, er talið komið upp á 100 umsøkjarar.

 

– Tað merkir, at vit mugu afturvísa heili 60 prosent av umsøkjarunum, og tað er ein rættiliga keðilig støða at vera í, heldur hann. Hinvegin fegnast hann eisini um, at tað hevur eydnast teimum at skapa eitt skúlatilboð, sum er so mikið áhugavert, at tað dregur næmingar úr øllum heiminum til sín.

 

– Vit hava umsøkjarar úr fleiri av Norðurlondunum, úr Onglandi og úr so fjarskotnum londum sum Nýsælandi, sigur Dennis Holm.

 

Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur bæðu hálvársskeið og heilsársskeið. Hálvársskeiðini eru um heysti frá mitt í august til fyrstu viku í desember, og um várið frá mitt í januar til mitt í juni. Heystskeiðið er 15-16 vikur og tá er heystfrí í eina viku, og várskeiðið er 20 vikur og tá páskafrí í eina viku, umframt aðrir frídagar í tilsamans eina viku.

 

Heilsársskeiðini eru frá mitt í august til mitt í juni, og tá fara næmingar í heystfrítíð, jólafrítíð og páskafrítíð.