Sum støðan er beint nú, sær út til, at vit missa 800 ungfólk úr Føroyum.
Tað er dapri spádómurin hjá Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetrinum.
Hann er í Norðurlandahúsinum beint nú, har ætlanin um at skapa fólkavøkstur í Føroyum er til viðgerðar á almennum fundi.
Og at talan er um eitt mál, sum hevur stóran áhuga, sæst, tí stóri salurin í Norðurlandahúsinum er at kalla fullsettur.
Tá ið Sigurð í Jákupsstovu sigur, at vit missa 800 ung av landinum, er tað ikki tikið úr leysum lofti.
Royndirnar vísa nevniliga, at helvtin av teimum ungu í Føroyum, sum fara uttanlands at lesa, koma ikki heimaftur.
Í løtuni eru 2500 føroyingar undir hægri lestur og av teimum eru 1600 uttanlands.
Av teimum, sum eru uttanlands, eru yvir 1300 í Danmark
- Av teimum royndum, vit hava, vita vit, at av teimum 1600 ungu føroyingunum, sum eru uttanlands og lesa, koma 800 ikki aftur.
- Tað er ein øgiligur missur fyri samfelagið, sigur hann.
Hann sigur, at nógv dømi eru um, at tey samfeløg, sum eru í vøkstri, eru tey, sum leggja dent á gransking og útbúgving.
Tí er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Fróðskaparsetrið kann brúkast at framtíðartryggja føroyska samfelagið.
Tí hevur tað stóran týdning at menna útbúgvingarmøguleikarnar munandi, við tí lestarumhvørvi, tað førir við sær.
Tað ger eisini, at nógv færri fara uttanlands at lesa, men verða verandi her á landi.
Samstundis ber til at fáa útlendingar higar at lesa.
Í hesum sambandi er neyðugt eisini at hugsa um samansettar útbúgvingar, har tey lesandi byrjar í Føroyum, men fara so uttanlands at taka ein part av útbúgvingini og koma so aftur at gera lesturin lidnan, sigur Sigurð í Jákupsstovu