Í vikuskiftinum helt Poul Schlüther, limur í ES tinginum, fyrilestur í Klaksvík, í sambandi við 90 ára føðingardagin hjá kommununi.
Hóast fyrrverandi forsætisráðharrin hevur havt stóra ávirkan á føroysk viðurskifti tey 10 árini hann røkti hetta embætið, hevur hann ikki gjørt viðmerkingar til gongdina í Føroyum, síðani hann fór frá í 1992, og sum nakað av tí seinasta í forsetastarvinum lat føroyingum rættindini til undirgrundina.
Sosialurin hitti fyrrverandi forsætisráðharran í Klaksvík, og náttúrliga var evnið um undirgrundina, seinni kreppuna í Føroyum, og núverandi støðuna við kravi um fullveldi, á skránni.
Poul Schlüther, sum nú er 69 ára gamal, er ES-tinglimur á fjóðra ári. Næsta ár er valskeiðið liðugt, og hann gevst í politikki. Hann hevur verið politikari í 35 ár, og heldur, at tað er nóg mikið.
Spurdur hvussu tað kundi lata seg gera at føroyingar so brádliga fingu rættin til undirgrundina, sigur Poul Schlüther, at hetta málið hevði verið viðgjørt í áravís millum Føroyar og Danmark, og at hann kendi á sær, at tíðin var búgvin at avgreiða málið.
Tað skuldi vekja gleði í Føroyum
? Eg hevði sum forsætisráðharri fleiri ferðir gjøgnum árini samráðst við landsstýrislimir um spurningin. Hjá mær var tað umráðandi at føroyingar fingu handað undirgrundina á ein slíkan hátt, at tað skuldi vekja gleði í Føroyum. Tí segði eg Jógvan Sundstein og Atla Dam í september 1992, at nú fór eg at lata øll rættindi til føroysku undirgrundina til føroyingar, og tað fegnaðist teir um.
22. desember 1992 kom Poul Schlüther til Føroya og avtalan um undirgrundina varð undirskrivað. Hetta hevur verið ein av seinastu uppgávunum hjá forsætisráðharranum, tí 14 dagar seinni tók Poul Nyrup Rasmussen við sum forsætisráðharri.
? Anker Jørgensen, forsætisráðharri, var í Føroyum í 1981, og tá legði hann harðliga út við at siga, at yvirtøkuan av undirgrundini kom als ikki upp á tal.
Føroyska samfelagið munandi ment
? Hvussu ber tað til, at støðan fullkomiliga broytist eftir 10 árum?
? Tað er ein náttúrlig frágreiðing til tað. Eftir 10 árum var føroyska samfelagið nógv ment og meira vant við at hava størri heimildir innan heimastýrið. Eg helt hetta verða rætta løtan, og at tað skuldi gerast á ein virðiligan hátt. Kortini tryggjaði eg mær, at um olja varð funnin í føroysku undirgrundini, so skuldi tað hava ávirkan á upphæddina í blokstuðlinum, sigur Poul Schlüther.
? Var tað tilvildarligt at føroyingar fingu rættin til undirgrundina, júst tá vit búskaparliga vóru um at fara á húsagang?
? Nei, hetta hevði als einki við búskaparligu støðuna at gera. Málið skuldi avgreiðast fyrr ella seinni, og hevði verið loyst um fimm ella 10 ár kortini. Tá hevði tað verið gjørt eftir drúgvar og ógvusligar samráðingar, har partarnir høvdu blakað hvør øðrum alt óhugsandi fyri. So hevði tað ið hvussu so er ikki verið ein gleðilig hending, so sum eg fegin vildi, sigur Poul Schlüther.
Lættari at varðveita ríkisfelagsskapin
? Var tað ikki uppgáva tín sum forsætisráðharri at halda saman um danska ríkið. Hvussu kennist tað at hava gjørt Danmark minni?
? Mín áskoðan er, at yvirtøkan av undirgrundini ger tað lættari at varðveita ríkisfelagsskapin. Mín avgerð var gjørt við tí í hyggju, at hóast føroyingar fingu rættin til undirgrundina, so kundu teir kortini verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Við øðrum orðum: Undirgrundin skuldi ikki vera grundgeving fyri at føroyingar tóku seg úr felagsskapinum, fyri at tryggja sær rættin til undirgrundina, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin.
Skeivt at rættindini til undirgrundina vóru í Danmark
Spurdur um danir ikki hava verið sera gávumildir í hesum máli, váttar Poul Schlüther, at hetta var ein stórfingin gáva, men at Føroyar eins og onnur lond í hesum tíðarskeiði, vóru eitt samfelag í menning. Í einum og hvørjum menningarstigi noyddust danir at skilja, at tað ikki var rætt, at føroyska samfelagið, sum kortini er so fjarskotið frá hinum partinum av ríkinum, høvdu rættindini á landi, meðan rættindini til undirgrundina vóru í Danmark.
? Vit kunu saktans varðveita ríkisfelagsskapin, fyri tað um føroyingar hava rættindini til undirgrundina.
? Var hetta málið ikki avgreitt í 1992, so høvdu vit fingið rættiligt kríggj í spurninginum um suverenitetin í dag. Nú ber til at samráðast um hesar spurningar í øllum góðum. Tað hevði ikki verið veruleiki í dag, um málið um undirgrundina ikki var loyst, sigur Poul Schlüther.
? Víst stovnaði
eg føroyabólkin
? Vart tú við til at stovna nógv umrødda føroyabólkin, við embætismonnum í ymsum ráðharrastovum í Danmark?
? Ja, tað var eg sanniliga. Slíkar bólkar stovnaðu vit eisini í øðrum førum, har vit lótu teir mest vandu embætismenninir gera metingar í slíkum førum, sigur Poul Schlüther, og grundgevur hetta við at siga:
? Á heysti 1992 kom brádliga undan kavi, at tað vóru trupulleikar í føroysku peningastovunum. Í mínari tíð var bert talan um Sjóvinnubankan, og tað førdi til, at vit stovnaðu føroyabólkin.
? Seinni hevur verið ført fram, at hetta var ein ætlan fyri at fáa Føroyar á húsagang?
? Tað havi eg ongantíð hoyrt, heldur hinvegin. Í mínari stjórnleiðarartíð var stovnanin av embætisbólkinum og samráðingarnar, sum vit førdu við Landsstýrið, bert ein roynd at bjarga Føroyum undan kreppuni. Eitt nú spuningurin um at leggja bankarnar saman, var yvirhøvur ikki frammi tá. Mín støða var greið: - Eg vildi als einki gera viðvíkjandi Føroya Banka.
Hóast 80árini vóru farin afturum, og forsætisráðharrin fekk sína árligu frágreiðing frá ráðgevandi nevndini, sum var ógvuliga álvarsom, varð einki gjørt frá danskari síðu at broyta óhepnu fíggjartligu kósina í Føroyum. Í 1982 sigur Ráðgevandi nevndin at búskapurin í Føroyum er »ophedet». Í 1984 verður sagt, at hann er »overophedet» og í 1986, at búskapurin er »voldsom overophedet».
Tók ikki ávaringarnar fyri fult?
? Vóru ávaringarnar hjá Ráðgevandi nevndini ikki tiknar til eftirtektar. Hevði forsætisráðharrin ikki skyldu at gera nakað fyri at steðga óhepnu gongina?
? Føroysku politikararnir hava altíð lagt dent á fíggjarligt sjálvstýri, og soeleiðis er skipanin eisini sambært heimastýrislógini. Føroyar hava búskaparligt sjálvstýri, undantikið blokstuðulin, sum føroyingar eisini sjálvir gera av, hvussu skal nýtast.
? Eg kann ímyndað mær, hvat tað hevði ført til, um t.d. danska stjórnin hevði lagt nýtt uppskot fram um broytingar í lógini, sum gav donsku stjórnini møguleikar at undirmeta avgerðir hjá føroysku myndugleikunum. Eg kann vissa teg um, at tað hevði ført til rættiligt stríð, sigur Poul Schlüther, og tekur samanum: ? Sum viðurskiftini eru sambært heimastýrislógini, hava føroyingar einsamallir fíggjarligu ábyrgdina av teimum samtyktum, sum teir vilja lata stuðul til.
Leikluturin hjá Óla
? Tað hava verið røddir frammi, sum vilja vera við, at tú einki gjørdi við støðuna í Føroyum, fyri at fáa atkvøðuna hjá Óla Breckmann, ið er limir í tingbólkinum í tínum flokki?
? Nei, soleiðis var tað als ikki. Óli Breckmann var limur í tingbólkinum, og møtti eisini av og á, men talan var ikki um at tingbólkurin var bundin av føroysku atkvøðuni.
? Óli Breckmann stuðlaði tínari stjórn, við m.a. at atkvøða fyri ?kartolffelkuren3, og var avgerandi atkvøðan tá?
? Jú, rætt er tað, men tað var nógv ár áðrenn kreppan í Føroyum kom. Viðvíkjandi at lata føroyingum rættindini til undirgrundini tók eg sjálvur hesa avgerð, og eg eri sannførdur um, at tað var í røttum tíma.
? Breckmann var sjálvandi fegin um avgerðina, men eg tosaði ikki við hann, áðrenn eg tók avgerðina, men kunnaði hann um tað aftaná. Tað var avgjørt ikki leikluturin hjá Óli Breckmann ella hansara støða í tingbólkinum hjá Konservativu, sum førdi til at undirgrundin kom á føroyskar hendur, sigur Poul Schlüther.
Fólkið fingið dirvi
og áræði aftur
? Sjálvstýrislandsstýrið, sum nú situr krevur fullveldi. Møgulig oljuvinna byrjar um nøkur ár. Var tað so ein góður handil fyri danir at lata føroyingum undirgrundina?
? Tað haldi eg avgjørt. Støðan er fyri tað fyrsta nógv betur nú. Avtalan við donsku stjórnina um bankamálið, ger tað meira liviligt í Føroyum, eins og fólkið hevur fingið dirvið og áræðið aftur, fiskiveiðan er góð og prísirnir uttanland somuleiðis. Hetta fær fólk at trúgva uppá framtíðina, og tað skulu vit fegnast um.
? Síðani er tað oljan. Vónandi er olja í føroysku undirgrundini, og allarbest um hon er í stórum mongdum, men hon skal finnast, áðrenn føroyingar gera sær vónir um nakað ríkidønmi av hesum.Áðrenn tað, skal marknaðtrætan við bretar avgreiðast. Helst verður tað innan alt ov langa tíð, og vónandi til fyrimunar fyri Føroya land.
Byggið ikki á vónir um komandi oljuríkidømi
? Alt hetta skal avgreiðast áðrenn føroyingar gera sær tankar um framtíðar vinning av oljuni, men eg hugsi, at føroyingar eru so mikið at sær komnir, at teir ikki byggja samfelagið á forvæntað oljuríkidømi, sigur Poul Schlüther, sum heldur, at føroyingar higartil hava verið ógvuliga skilagóðir í samband við fyrireikingarnar til møguliga oljuvinnuna.
Tveir partar skulu vera um eina semju
Um orðaskiftið viðvíkjandi loysing, sigur Poul Schlüther, at hann altíð hevur havt ta fatan, at tveir partar skulu til at semjast um at varðveita ríkisfelagsskapin. Tá annar parturin ikki vil longur, er tað ein sjálvfylgja, at sambandið verður kvett.
? Eg eri fyri at varðveita ríkisfelagsskapin, undir eini nútíðar skipan. Føroyar hava tað eisini fyri neyðini, men tað hevur Danmark ikki - hvørki politiskt ella fíggjarliga, men vit vilja fegin varðveita sambandið.
? Halda danir kanska at best hevði verið at sloppið av við Føroyar?
sigur, at tað ongastaðni stendur, at Føroyar skulu verða sjálvstøðug tjóð, men bert, at føroyingar vilja hava fullan suverenitet. Heldur ikki stendur í skjalinum at ræíkisfelagsskapurin skal avtakast, og tað heldur hann verða á góðari leið.
Óhugsandi at kroysta nakran til nakað
? Tú ert ikki sannførdur um at føroyingar fara at krevja loysing beinanvegin?
? Tað er tykkara avgerð, Eg vil tó ráða føroyingum frá at fara úr ríkisfelagsskapinum, men heldur at broyta innihaldið soleiðis, at tað situr til nútíðar krøv. Ynskja føroyingar kortini at landið verður sjálvstøðug tjóð, so mugu danir góðtaka tað.
? Tað, at danir vilja kroysta føroyingar at verða verandi í felagsskapinum móti teirra vilja, er óhugsandi í dag, sigur Poul Schlüther, sum leggur dent á at hann av sínum eintingum tók stig til at lata føroyingum undirgrundina.
Hann tosaði síðani við sínar ráðharrar, og teir vóru samdir við forsætisráðharranum um, at hetta skuldi gerast á ein virðiligan hátt. Eftir hetta kunnaði Poul Schlüther Fólkatingið um sína avgerð, og meirluti var fyri hesum, hóast ikki allir flokkar vóru eins fegnir um tað.
? Í bløðunum vóru heldur ongar atfinningar. Tað var bert tikið til eftirtektar, at málið varð avgreitt, sigur Poul Schlüther.