Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, mær dámar væl føroyskar bókmentir.
Tað sigur Robert Vilhelmsen, sum tó vísir á, at hann í mestan mun lesur fakligar bøkur á fremmandum máli.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Saga JAM hjá Høgna Mohr.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Undir jólatrænum er ein góð føroysk krimi vælkomin, men Álmanakkin 2024 er eisini eitt gott boð, sigur Robert Vilhelmsen.