TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði á Rás2 við Páll Guðlaugsson, høvuðsvenjara hjá B68 aftaná 1-1 javnleikin millum B68 og AB úti í Vika á Argjum fyrr í dag.
Páll Guðlaugsson er nøgdur við byrjanina við kappingarárið, har B68 leggur út við at fáa stig á heimavølli. Kortini kennist ein lítil beiskur smakkur, at tað ikki gjørdist talan um trý stig, tí B68 var á odda 1-0 til heilt ímóti dystarenda. Páll Guðlaugsson staðfestir eisini, at hansara menn høvdu møguleikan til fleiri mál, har teir m.a. raktu træverkið hjá AB, men samlað heldur hann talan verða um eina góða byrjan.