Jógvan Zachariassen,
samkomuleiðari
Allar stórar avgerðir, sum vit taka, mugu verða grundaðar á logikk, etikk/moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og avleiðingarnar av okkara niðurstøðum og avgerðum.
Paradoxin hjá teimum kristnu er hendan: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum“ og „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Sum kristin standi eg fast við, at Gud situr hægst yvir øllum, og at tað mynstur, sum Gud hevur givið okkum at liva eftir í kynslívi okkara, skal verða hildið fram. Tessvegna eru kristin ímóti einum samkyndum lívstíli.
Hinvegin, sum kristin, standi eg eisini fast við, at øll menniskju eru skapt í bílæti Guds, og skulu tí verða vard sum menniskju frá happing, niðurgering og háðan. Soleiðis vilja kristin vera við til at verja tann samkynda persónin. Eg vil ikki happa nakran. Og eg vil heldur ikki verða lagdur undir at happa nakran, tí søguliga hevur hugsjónin um mannarættindi sín uppruna í kirkjum og samkomum.
Paradoxin, sum kristin standa fyri er, hvussu tey balansera at verja rættindini hjá samkyndum sum persónar, samtíðis sum tey ikki eru við til at uppmuntra og stuðla teirra lívstíl. Hetta er veruliga avbjóðingin í paragraf 266b. Hetta er grundin fyri, at tað eru ymiskar meiningar millum tey kristnu.
Gudfrøðisligt grundarlag
Kristin trúgva at endamálið við øllum er at dýrmeta Gud. Tá vit liva fyri dýrd Gud, fáa vit eina heildarkristna lívsfilosofi, sum grundleggjandi er hetta: tað góða, vakra og sannleikin er í samljóði við góðsku, vakurleika og absolutta sannleika Guds.
Kristin trúgva, at Gud livir og er til, og at menniskju eru tey einastu av skaparverki Guds, sum tilvitað kunnu dýrmeta Gud. At vera skaptur í bílæti Guds, er at reflektera tað, sum Gud er: tað góða, vakra og sannleika Guds – bæði intellektuelt, sálarliga og í lívstíli.
Kristin trúgva, at tað góða, vakra og sannleiki Guds verður sýnt fram í mynstrinum, sum Gud skapti í hjúnabandinum/familjulívinum – ein maður og ein kona saman í hjúnabandi alt lívið.
Nevnliga tað, at maður og kona koma saman í einleika, komplimenterandi og supplerandi hvørt annað alt lívið ígjøgnum. Hjúnabandið og familjan hevur verið grundarlagið undir allari sivilisatión, og eingin sivilatión er vaksin størri enn í mun til halgannina í hjúnabandinum og familjuni.
Tað er ikki bert eitt mynstur í skaparverki Guds. Gud hevur eisini givið menniskjum meginreglur at liva eftir, sum vit skulu akta. Hann gevur okkum meginreglur um, hvussu vit best skulu liva og hvussu vit skulu liva best.
Øll kynslig orientering, uttan fyri mynstrið millum ein mann og eina kvinnu, reflekterar ikki tað góða, vakra og sannleikan.
“Kynslig orientering” er vanskeplað hjá okkum øllum!! Menniskjan fall í synd! Avleiðingarnar av syndafallinum raka okkara kropp og okkara kenslur. Vit tráa eftir tí, sum vit ongantíð vórðu skapt at tráa eftir. Vit øll eru kynsligir syndarar! Í ymiskum formum: Kynslív áðrenn og uttanfyri hjúnabandið, pornografi, gyrnd, onani, pologami, samkyndnleiki, tvíkyndleiki, orgiolevnaður, djórasex. Og so tann kriminelli parturin: barnapornografi, missnýtsla av børnum og neyðtøka. Alt hetta er uttanfyri upprunaliga mynstur Guds!!
Bíblian setur ikki samkyndleika fram sum eina verri synd enn nakra aðra synd. Gud skal ikki døma nakran fyri at vera samkyndur, men fyri at vera ein syndari. Vit øll eru syndarar. Tí var tað Jesus kom at bjarga okkum frá synd og geva okkum nýggja kraft at liva eftir upprunaliga mynstri og meginreglum Sínum.
Logiskt grundarlag
Viðvíkjandi at lata “kynsliga orientering” at koma inn í paragraf 266b, hava kristin nógvar kritiskar ella rannsakandi spurningar:
Søkja tey samkyndu verju, sum minnilutabólkur, ella almenna og samfelagsliga góðtøku av samkyndum lívstíli? Ein av grundunum fyri kristin at siga “nei” til hetta mál er, er tí at ein kann ikki siga “ja” til kynsliga orientering og samtíðis siga “nei” til handa lívstíl. Tað er ólogiskt og óteologiskt fyri ein kristnan. Ein kristin má spyrja seg sjálvan um “trúgv” og samkynd “kynslig orientering” kunnu sameinast, tá kristin trúgv hevur eina grundleggjandi meining um moralskan “lívstíl,” og samkyndur lívstílur gongur beint ímóti tí grundleggjandi meiningini?
Eru tey samkyndu veruliga ein minnilutabólkur í mun til etniskar minnilutar ella ein væl skipað organisasjón, sum vil hava onnur at góðtaka teirra lívstíl undir flagginum av líkarættindi?
Orð, sum niðurgering, frælsi, rættindi og rættvísi mugu definerast. “Frælsisrættindi fyri samkynd” eru treytað av, at samkynd veruliga líða eina niðurgering, sum tey mugu verða sett frí frá. Og “rættindi fyri samkynd” er treytað av, at samkynd veruliga kenna kúgan, sum tey mugu verða vard frá. Men hvør er henda niðurgering, hesin skeivleiki, hetta órættvísi? Um tað er tað, at tey verða háðað og niðurgjørd av bólkum í samfelagnum, grundað á teirra kynsligu orientering, og eru offur fyri homofobia, so hava tey sanniliga rættin at vera vard frá slíkum órætti. Gud stendur slíkari diskriminering ímóti og krevur av okkum, at elska og virða øll menniskju treytaleyst. Hinvegin, um atfinningarnar frá samkyndum um hesar “skeivleikarnar” og hetta “órættvísi” er tí at samfelagið ikki vil góðtaka samkynda kynsliga orientering, á sama støði sum hetrusexuelt hjúnaband, so er prátið um “rættvísi” og “líkastilling” óviðkomandi, tí menniskju kunnu ikki krevja “rættin” til nakað, sum Gud ikki hevur givið teimum.
At samanbera samkynd við tey, sum hjálparsleys verða undirkúgaði, niðurgjørd og háaði í samfelagnum og sum doyðu fyri at fáa frælsi frá trældómi og trælahandli, er ein undirmeting mótvegis teimum littu og etnisku minnilutunum.
Ein littur samanber tey samkyndu og littu soleiðis, “Tá ið tey samkyndu hava verið trælir yvir 200 ár; eru legalt blivin defineraði sum 3/5 menniskja (2/5 djór); hava mist rættindini at atkvøða ella at eiga privata ogn, av tí at tey eru samkynd, tá kunnu tey byrja at samanbera seg við tey, sum hava kent sviðan av rasismu og niðurgering.”
Bólkar fyri rættindi teirra samkyndu hava grundleggjandi endamál og verkætlannir. Tvey dømi:
Nýggjar lógir um rættin at giftast, ættleiðing og sáðinnplanting mugu koma í gildi, tí hetta er ein neyðug og planløgd avleiðing eftir at henda lógin er komin í gildi.
Fara at krevja lógina víðkaða, har “kynslig orientering” eisini skal umfata tey, sum liva saman við “fleiri partnarum” (pologomi) og at hesi somu (samkynd, fleirkynd ella pologomi) fáa øll tey rættindi, sum hetrosexuell hjún hava.
Næstrakærleiki
Lógin um “kynsliga orientering” gevur kristnum og samkomum/kirkjum møguleikan at opna dyrnar og hjartað fyri samkyndum og vísa næstakærleika.
Tað er møguligt at elska ein persón uttan at stuðla tað, sum hann ger. Tú kanst elska ein alkoholikara, sum eitt menniskja, men hata alkoholið, sum hevur valdið á honum. Tú sigur ikki við ein alkoholikara, “Eg góðtaki teg akkurát, sum tú ert! Ger bara akkurát sum tú vilt!” Tað er tí tú elskar hann, at tú forðar honum at liva sum hann vil.
Fyri hin kristna er tað ómøguligt at elska tey samkyndu uttan eisini at tala í móti teirra lívstíli, um tú ert sannførdur um at lívstílur teirra ikki fylgir bíbilskum morali og etikki. Samtíðis gevur tú títt lív fyri ikki at niðurgera hann sum persón.
Endi
Ein kristin vil æra Gud og verja onnur menniskju, uttan at gera neyðsemju við moral og ókritiskt at fylgja fjøldini undir flagginum av javnrættindi ella tolsemi.
Tit (politikararnir) hava fingið valdið ella “svørðið” (Róm. 13:1-5) at stýra landi og fólki okkara við. Tit halda svørðinum at verja “tað góða, tað vakra og sannleikan.”
Takið tykkara avgerðir grundaðar á logik, etikk/moral og djúpa kritiska hugsan um grundirnar fyri og avleiðingarnar av tykkara avgerðum.