Ein hálvleikur og eitt stig til Brand

Allsvenskan: Brandur Hendriksson byrjaði inni, tá Helsingborg í dag fekk javnleik

Tað gongur framvegis strilti hjá Helsingborg IF at fáa gongd á kappingarárið. Í dag byrjaði Brandur Hendriksson inni á miðjuni, tá Helsingborg á útivølli spældi javnleik 1-1 móti botnliðnum Falkenbergs FF.

Føroyski landsliðsspælarin var nakað skaddur undan kappingarbyrjan, men nú tyksit hann fáa fleiri og fleiri minuttir. Í dag bleiv tað til eitt pláss millum teir fyrstu ellivu. Hann bleiv tó skiftur út í hálvleikinum, tá støðan var 1-0 til Falkenbergs FF. Í seinna hálvleiki megnaði Helsingborg at vinna sær ein javnleik.

Helsingborg IF er framvegis undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum fyri níggju dystir. Tað er bara eitt stig niður til Falkenbergs FF á 16. og aftasta plássi, og somuleiðis eitt stig upp til niðurflytingarstrikuna.

##med2##