Ein hálvleikur var nokk hjá VB

Vágskvinnur spældu Kyndil sundur og saman í fyrra hálvleiki, og so var dysturin avgjørdur, áðrenn komið var til hálvleiks

Hondbóltur

Sunnudagin hittust botnur og toppur í føroyskum kvinnuhondbólti í høllini á Hálsi í Havn, tá Kyndil og VB hittust. Fáur mundi ivast í, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva hjá vágskvinnum, tí tær hava av álvara nakað at spæla fyri, meðan unga kyndlaliðið hevur havt tað ógvuliga trupult í ár.

Gjørdu bart beinanvegin
Vágskvinnur tóku eisini uppgávuna í størsta álvara, og tað gekk ikki rúm tíð, so var dysturin avgjørdur. Longu eftir at tíggju minuttir vóru leiktir, høvdu gestirnir úr Vági lagt seg á odda 5-1. Kyndil fekk ongantíð fótin fyri seg, og VB rann heimaliðið fullkomiliga um koll. Munurin millum liðini vaks støðugt, og áðrenn nakar hevði varnast, hevði VB lagt seg á odda við tíggju málum, 12-2, og dysturin var ikki hálvrunnin. VB koyrdi við fullari megi allan vegin til hálvleiks, og tá var allur spenningur langt síðani farin úr dystinum, um hann nakrantíð hevði verið har. Vágskvinnur vóru á odda við ikki færri enn 12 málum, 15-3, í steðginum, og tað má tátta í føroyskt met í bestu kvinnudeildini bert at skora trý mál í einum hálvleiki.

Slappaðu av eftir steðgin
Eftir hálvleikin tóku gestirnir sær av løttum. Eingin orsøk var til at leggja ov nógv fyri og harvið risikera skaðar undan teimum seinastu leikumførunum,har VB millum annað skal dystast við hitt oddaliðið, Stjørnuna, í einari reinari finalu í Vági 27 marts. Tískil bleiv ferðin sett munandi niður, og tað var nakað, sum fall í góða jørð hjá heimaliðnum. Nú megnaðu tær so dánt at halda tørn, og við tað at vágskvinnur eisini fóru at slaka í verjuni, fingu genturnar í Kyndli eisini gongd á málskjótingina.
Nú gekk leikur javnt á, men ongantíð var munurin minni enn tíggju mál. Vágskvinnur vildu bara hava tíðina at ganga, meðan kyndlakvinnurnar royndu at pynta eitt sindur upp á úrslitið. VB vann seinna hálvleik 15-13, og samanlagt vunnu vágskvinnur dystin 30-16. VB hevur góðar møguleikar at gerast føroyameistarar, meðan Kyndil kann fara undir at brynja seg til komandi kappingarár, har neyðugt er at fáa styrk uttanífrá, um tær grønu úr Havn ætla at gera seg galdandi. Kyndil er einasta liðið í bestu kvinnudeildini, ið ikki hevur útlendskan styrk á liðnum, og tað sæst aftur. Ikki fyri at taka nakað frá teimum føroysku leikarunum, men tað sæst altso munur á føroysku og útlendsku leikarunum í teimum allarflestu førunum, og teir mongu útlendsku leikararnir í føroysku kappingini hava verið við til at lyfta støðið á føroyska hondbóltinum munandi. Tískil er tað neyðugt hjá Kyndli at styrkja seg munandi, um tær ætla at verða við, har sum tað er stuttligt.

Dysturin í tølum
Kyndil-VB 16-30 (3-15)
Kyndil: Sabine Frølund 4, Annika Thomsen 4, Ann-Mari Wang 3, Randi Wardum 2(1), Linda Weihe 1, Súsanna Petersen 1, Hildur Mikkelsen 1
VB: Daiva Tomaite 8, Gurið Mortensen 8, Aukse Vysniaskaite 6(2), Leila Jespersen 4, Margreth Augustinussen 2, Jacoba Poulsen 1, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 1(1), VB 3(3)
Útvísingar: Kyndil 2, VB 1
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen