Ein heiðran av ymiskleikanum

Lortendar á pride:

Joe & The Shitboys spæla í morgin, fyri fyrstufer, á ársins pride skrúðgongu, og útgeva nýggja staklagið, 'FUCK EVERYBODY', til høvið.

"Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals" - Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

 

'FUCK EVERYBODY', upprunaliga av Mike Angelo & The Idols, er eitt bleytt, men peppa lag um at vera tann man er, óansæð hvussu snedigur man er í eygunum hjá øðrum. Við einum niðurlagið, sum lætt er at rópa “FUCK EVERYBODY” við til, er lagið ein perfekt samanumtøka av pride, skrivar Tutl í tíðindaskrivi.

 

Leinkja til FUCK EVERYBODY

 

 

 

goddamn maniacs of the highest order” - Far Out

 

Nýtt met hjá bólkinum

Nýggja staklagið víkjur seg nógv frá tí skjóta og stutta punkinum, sum bólkurin er kendur fyri, og tekur metið innan sang longd hjá bólkinum við sínum tveimum minuttum og átta sekundum. Eisini er lagið meira funky enn hvat vit áður hava hoyrt frá buldrasligu punkarunum.

 

“a phenomenal live act. Rightly revered by the underground, the group have blossomed into something truly potent” - CLASH

 

Bólkurin hevur í seinastuni spælt konsertir í m.a. Stóra Bretlandi, Týskland og Italia, har teir hitaðu upp fyri risastóra svenska rokk bólkin, The Hives.


'FUCK EVERYBODY' er av komandi heildarútgávuni, THE RESON FOR HARDCORE VIBES III ið bleiv upptikin í einum gomlum analog studioði Í Støðvarfirði í Íslandi. Plátan verður útgivin 20. septembur umvegis plátufelagið Tutl.