Ein heilsan til Evald

á 50 ára degnum 27.12.06

Triðja jóladag bleiv Evald 50 ár og vilja vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum.
 
Evald er ættaður úr Øravík, men nú búðsitandi í Hoyvík, hann er giftur við Jean ið er hálvur føroyingur og hálv fraklendingur, og saman eiga tey børnini Vanju og Høgna.
 
Nú nógv verður skrivað um ítrótt, og ársins ítróttarfólk, so kunnu vit ikki lata vera við at nevna at Evald, sjálvt um hann er náddur 50 ár, framvegis er "still going strong".
 
Fyri nøkrum árum síðani var hann á Oyggjaleikunum í triathlon, hevur tvær ferðir súkkla Sjælland runt, verið í Fredericia í triathlon, svomið 5 ferðir um Nólsoyarfjørð har hann hevur vunnið nakrar ferðir, um Tvøroyrarfjørð, og nógvar aðrar kappingar.
 
Alt hetta bert innan fyri tey síðstu 10 árini, tí kappingarsúkklu keypti hann sær ikki fyri enn hann fylti 40 ár, so tað kann sigast at tað ongantíð er ov seint at byrja at íðka ítrótt.
 
Enn einaferð hjartaliga tillukku, og vónandi heldur tú fram nógv ár framyvir.
 
Heilsan nakrir vinir