Alma Bjartalíð, Klaksvík
Ein lítil heilsan og tøkk til tín.
Tað gleddi meg, at tú noktar at stuðla fleiri berghol, fyrr enn skúlarnir eru raðfestir fremst. Halt fast!
Tað var fyri mær sum at hoyra eitt ekkó frá teirri tíðini, tá Karin Kjølbro segði STOPP fyri fleiri skipum!
Jú, tað er gott at hava kvinnur á tingið – talið má økjast!
Gud signi tykkum.