Nógv ymiskt verður á skránni á mentanarvikuni í Sundalagnum, sum byrjar við setan í Eydnuni á Oyrarbakka hóskvøldið - tað er í annaðkvøld - klokkan 19.
Fríggjadagin verður marknaðardagur á handilsøkinum við Norðskála, og klovnurin Bubu fer at vitja Á-handilin við Norðskála.
Millum tey forvitnisligu tiltøkini fríggjadagin, er, at matvøruvirkið Krás í Hósvík fer at grilla og borðreiða við ókeypis brellbitum á sínum bási í tjaldinum á økinum við Norðskála.
Í tjaldinum verða eisini Sjógæti og bryggjaríið Okkara, sum fara at vísa, hvat tey hava í sínum útboði.
Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás, sigur, at tey hava keypt ein heilan grís frá Danish Crown, sum tey fara at grilla heilan á básinum í tjaldinum.
- Hetta verður ein púra heilur kroppur við høvdi og øllum. Vit fara eisini at grilla aðrar brellbitar úr eitt nú oksakjøti, eins og vit fara at grilla ymiskt grønmeti, sum vit fara at borðrreiða við sum brellbitar.
Dagligi leiðarin á Krás sigur, at tey fara ikki at borðreiða við heilum ókeypis máltíðum, men øll, sum leita sær fram við, fáa brellbitar og soleiðis góðar smakkiroyndir.