Ein keðiligt mistak

Tað er eitt keðiligt mistak at vit fyrst søgdu at tað einki kostaði, sigur nevndarformaðurin í Als

 

Hetta er eitt mistak, sum, vit harmast um.

Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen formaður í stýrinum fyri ALS.

Ætlanin hevur verið at gera nakrar broytingar í lógini fyri ALS.

Johan Dahl hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta ALS, men í gjár tók hann uppskotið aftur.

 

Tá ið løgtingið viðgjørdi ætlanina reistu tingfólk spurningar, serliga varð fregnast um farloyvisskipanina hjá ALS, har tað ber til hjá starvsfólki at fara í farloyvi og lata eitt fólk úr Als røkja starvið ímeðan.

 

Fyrst varð upplýst, at hendan skipanin kostar ikki nakað fyri ALS, men ímeðan uppskotið lá í løgtinginum, gjørdi ALS vart við, at tað er skeivt at skipanin einki kostar, tí hon kostar fýra milliónir.

 

Við Kringvarpið hevur Johan Dahl víst sína misnøgd við, at hann ikki fekk røttu tølini frá ALS og tí hevur hann nú tikið uppskotið aftur fyri at fáa eina heilt rætta mynd av støðuni.

 

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum fyri ALS, ásannar, at ein roknifeilur er gjørdur á ALS og tað harmast hann um.

Men hann vísir á at tá ið vinnunevndin hjá løgtinginum kallaði stýrið fyri ALS til hoyringar í sambandi við málið, gjørdi stýrið vart við mistakið.

 

- Vit mettu, at tá ið vinnunevndin kallaði stýrið fyri ALS til hoyringar, var tað í semju við landsstýrismannin.

Men hann sigur, at tað er harmiligt, at Vinnumálaráðið ikki varð kunnað eisini.

Hann sigur, at stýrið fyri ALS og vinnumálaráðið hava tosa saman og har mannagongdingar vórðu umrøddir. Og semja er um, at báðir partar skulu stremba eftir at halda seg til mannagongdirnar.

 

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at hann hevur skilt, at málið verður borið aftur í tingið í februar, og tá vera eisini aðrar broytingar við, so at talan verður um ein meiri fullfíggjaðan pakka.

Men hvørjar hinar broytingarnar verða, vil hann ikki siga.