Ein kilometur av terassu

Gott uttandura umhvørvi. Føroya størsta markisa og infrareyðar hitakanónir er tað, sum nýggja caré’in í Miðbýnum, Mica, sigur seg hava fram um onnur

Býarlív

 

- Eg hevði lagt til merkis, at bygningurin stóð tómur, og so byrjaði eg spakuliga at spæla mær við tankanum um, hvat kundi gerast her.

Soleiðis sigur Hans Michael Hansen, sum klokkan 17 í dag letur dyrnar upp í nýggjasta ískoytinum til miðbýarlívið í Havn.

Tað er nú úti við hálvt ár síðani, at tankin fór at spøkja í høvdinum hjá Hans Michael, og síðani hevur talan verið um nógv og hart arbeiði í hølunum, har DER á sinni plagdi at halda til.

- Vit hava innrættað at kalla alt av nýggjum. Og so hava vit gjørt stóru terassuna, sum eg vænti verður drívmegin í projektinum. Her er ein kilometur av terassubrettum, og til ber hjá fólki at sita heitt undir stóru markisuni. So eg ivist ikki í, at hetta er nakað, sum kann skapa eitt gott umhvørvi hjá gestunum, sigur Hans Michael.

Ætlandi verður køkurin á nýggju café’ini opin til klokkkan 21 hvørt kvøld. Sjálv café’in kemur tó at hava opið nakað longri. Ikki minst um vikuskiftini, tá opið verður til klokkan 4 leygar- og sunnunátt.

Í dag klokkan 18 verður livandi tónleikur við Kim Hansen og Jens Marna Hansen.