- Eg hugsaði, at tá tú kanst sita á Jørðini og stýra einum bili, sum koyrir á Mars, so eigur tað eisini at lata seg gera at fáa lýsnar av laksi.
Tað sigur Eyðbjørn Hansen, sum saman við trimum øðrum hevur uppfunnið og ment eina kollveltandi reinsiskipan sum reinsar lýs av laksi við sera góðum úrsliti.
Fyri stívliga fýra árum síðan fekk hann hugskotið til ein verkætlan, sum íverksetarafelagið hjá honum og trimum øðrum - Sea Farm Innovation - nú fær pantent upp á.
Teir settu málið høgt og vildu geva sítt íkast til at hjálpa alivinnuni at beina burtur lúsina, sum er ein stór plága – ikki bara í Føroyum, men allastaðni, har sjógvaling fer fram.
Menninir aftan fyri verkætlanina eru Eyðbjørn Hansen av Toftum og Andy Knudsen av Glyvrum, sum báðir eru maskinmeistarar og hava kenst frá ungum árum av. Aftrat teimum er sonur Eyðbjørn, 18 ára gamli, Ari Eyðbjørnsson Hansen og bróðurin, Gunnar Johildarson.
Allir við ymiskum førleikum, sum hava viðvirkað til, at teir nú eru komnir undir land við reinsiskipanini. Andy Knudsen er dugnaligur maskinmeistari, og Eyðbjørn Hansen er sjálvur útbúgvin bæði bilmekanikari og maskinmeistari.
Ari Eyðbjørnsson Hansen, sum gongur á HTX í Danmark, er óførur at tekna í 3D, og Gunnar Johildarson hevur útbúgvingar og drúgvar royndir innan teldu og samskifti.
- Við teimum førleikum, sum vit hava hvør sær, hava vit deilt ymisku uppgávurnar ímillum okkum í hesi verkætlan, sigur Eyðbjørn Hansen, sum annars arbeiðir á boripalli.
Eingin av teimum fýra hevur nakrantíð havt nakað við aling at gera, men hetta heldur Eyðbjørn Hansen saktans kann vera líka so nógv ein fyrimunur sum ein bági.
- Tá eg hevði hugsað um tingini í eina tíð, helt eg meg vita, hvørjum vit skuldu fara eftir. Eg var sannførdur um, at her skuldi einki eitur brúkast og einki, sum krevur nakra serliga orku. Hetta skuldi vera ein skipan, sum er einføld og náttúrlig og sum lítið og einki viðlíkahald krevur.
Teir settu sær nú fyri at gera eina prototypu, sum teir bygdu í einum bilhúsi, og enn í dag byggir reinsiskipanin á sama hugskot sum í byrjanini, men her eru nógvar ymiskar tillagingar gjørdar.
Eyðbjørn Hansen vísir á, at fyrstu praktisku royndirnar við at avlúsa laks vórðu gjørdar á sumri í 2016. Teir fingu eina ávísa nøgd av deyðum laksi, sum var fongdur við lús, at royna í reinsiskipanini.
- Í heyst hava vit so gjørt enn eina roynd í samstarvi við eina alifyritøku, og hesaferð var tað við livandi fiski, sum var fongdur við lús. Vit læntu flaka, fiskapumpu og fisk frá alifelagnum at brúka í royndini.
Hann sigur, at frá tí, at fiskurin kemur upp úr aliringinum, til hann er reinsaður fyri lús og er aftur á sjónum, tekur minni enn 10 sekund, og sjálv reinsiviðgerðin av fiskinum tekur bert ein fjórðing av einum sekundi.
Royndirnar í heyst vístu, at viðgerðin er rættiliga effektiv, samstundis sum hon fer væl við fiskinum. Eingin fiskur doyði og eingin fekk skaða sambært teimum serkønu, sum gjørdu royndirnar saman við uppfinnarunum.
- Úrslitini vístu, at lús á øllum stigum fekst av laksinum, og at nærum øll lúsin fór av. Men, alt kann gerast betri, og vit ætla ikki at helma í, fyrr enn hvør einasta lús verður spulað burtur av laksinum í okkara skipan, sum vit nú fáa patent upp á, sigur Eyðbjørn Hansen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum, er stór samrøða við uppfinnaran um nýggju og kollveltandi reinsiskipanina.