Ein kulturkristin muslimur vitjar Føroyar

Naser Khader hevur fyrilestrar í Norðurlandahúsinum, og í Løkshøll hóskvøldið og fríggjakvøldið

Fyrrverandi danski-sýriski fólkatingsmaðurin, Naser Khader gav fyri stuttum út eina bók, sum veruliga hevur elvt til tjak. Naser Khader nevnir bókina "Bekendelser fra en kulturkristen muslim".

 

Naser Khader staðfestir, at hann er ein muslimur, men hann samanber islam og kristindómin við tvey hús. Sambært bókini lekur muslimska húsið í eyri og seyri, meðan tað kristna húsið er fjálgt og gott. Tá sjey ára gamli sonurin, Hannibal vildi taka við tí kristna dópinum, vildi Naser Khader ikki sýta honum hendan rættin.

 

Naser Khader iðrar seg eisini um, at profeturin Muhammed ikki doyði 12 ár áðrenn hann doyði, áðrenn hann bleiv ov politiskur við sínari skriving og rætningslinjum.

 

Naser Khader hevur fyrilestrar í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, og í Løkshøll fríggjakvøldið. Bæði kvøldini verður byrjað klokkan 19.30.

 

Tað er Kári Mikkelsen-Samskifti, sum hevur boðið Naser Khader til Føroya, og hann sigur, at tað verður møguligt hjá fólki at stilla spurningar til Naser Khader.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Kára Mikkelsen um vitjanina hjá Naser Khader.