Ein kvinna skuldi til

Fyri aðru ferð royna sumbingar og vágbingar at kasta saman á fótbóltsfrontinum. Hesaferð við eini kvinnu við stýrisvølin

VB/Sumba

Tað er nú ikki bara tí, at tað var kvinnudagur hendan dagin, tá vit báðir, myndamaðurin, vitjaðu í Vági. Men tað er nú einaferð soleiðis, at tað er hampuliga óvanligt í fótbóltsheiminum, at kvinnur sita á formanspostinum. Men soleiðis bleiv tað, tá VB og Sumba í februar mánaði endaliga stafðestu samanleggingina.
Sjálv er Vígdis Nolsøe annars ikki tann, sum ynskir at kasta mest ljós á seg sjálva, og hon tók eisini til, at hetta við fjølmiðlunum so ikki var tað, sum hon ynskti sær mest, tá hon tók sær sæti í formansstólinum.
- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð eri fotograferað so nógv í lívinum, sum hesar báðar seinastu vikurnar. Men tað hoyrir kanska til, sigur hon flennandi.
Breið leiðsla
Annars heldur hon ikki, at hetta við at standa á odda fyri samanleggingini var nakað, sum hon soleiðis hevur tráað eftir.
- Eg eri sum so rættiliga ung í hesum høpi. Sjálvandi havi eg verið aktiv í bæði hond- og fótbólti, men á nevndarstøði havi eg verið formaður í fótbóltsdeildini hjá VB í tvey ár, so tað er so ikki tær drúgvu royndirnar, sum eg havi í so máta, heldur hon.
Hinvegin tykist vísur hon so eisini á, at júst hetta kann verða ein fyrimunur í verandi støðu.
- Fyrst og fremst, so vil eg siga, at allir partar tykjast vera innstillaðir uppá, at samanleggingin skal eydnast so væl, sum yvir høvur gjørligt. Men samstundis, so er tað kanska ein fyrimunur við nógvum nýggjum fólki í nevndararbeiðinum í nýggja felagnum. Tað eru jú altíð nógvar kenslur, sum spæla inn, tá slíkt verður gjørt, og tí kann tað vera ein fyrimunur, at eg ikki havi nakra serliga barlast í ryggsekkinum, heldur hon.
Og so leggur hon afturat, at hon ikki er heilt vís í, hvussu nógv skal leggjast í hetta við formanseitinum.
- Sjálv haldi eg, at vit hava eina góða nevnd. Vit hava eisini valt, at gera eina breiða nevnd við sjey limum, har vit so eisini hava lagt dent á at fáa eitt greitt ábyrgdarbýti. Vónin er so sjálvandi, at tað skal fáa samstarvið at glíða betri hjá øllum pørtum, staðfestir hon.
Samskipari setast
Ein tungtvigandi orsøk til, at samanleggingin aftur kom upp á tal, vóru nýggju UEFA-krøvini, sum nú verða sett feløgunum.
At krøvini kunnu verða tung at røkja, ásannar nýggja nevndin eisini, men tey rokna tó við, at hetta fer at ganga kortini.
- Nú eru bara einar tvær vikur lidnar, síðani samanleggingin varð staðfest, so enn er nógv at taka eina hond í. Men tað, sum eg kenni til feløgini, hava fólkini í bygdunum verið sera hjálpsom, soleiðis at alt ikki hongur á nevndini. Hartil er ætlanin so eisini at seta ein samskipara, soleiðis at nevndin í størri mun kann arbeiða við yvirordnaðum viðurskiftum.
Vónir um oddastríð
Á ítróttarliga frontinum upplivdi VB tað heilt stóra hæddarpunktið, tá teir í 2000 vunnu FM-heitið, og hóast teir siðani hava framt eitt ættarliðsskifti, so tykjast vónirnar um eitt gott ítróttarligt avrik hjá samanlagda liðnum sera góðar.
- Bæði Sumba og VB hava verið væl rikin feløg, og ikki minst er eitt stórt arbeiði lagt í ungdómsdeildina. Tað hevur so havt við sær, at tað nú eru fleiri evnaríkir leikarar, sum treingja seg framat, og tað meta vit bara vera gott.
Men við so nógvum ungum fólki. Er menning av leikarum so ikki eitt mál, sum kanska telur meira enn úrslitini?
- Bæði og. Tá tú ert við, so spælir tú fyri at vinna. Vit fara ikki at siga, at vit medda eftir einum fimta plássi ella líknandi. Hinvegin er eisini av týdningi, at ungu leikararnir mennast enn meira.
- Og tað skal ikki standa á hjá teimum at fáa uppbakning. Eg haldi eg kann siga, at fólkið í allari syðru helvt av oynni stendur aftan fyri teir.