Aftaná at hava ligið í korona-dvala vera oyggjaleikirnir aftur á skránni í summar.
Hesaferð er ermasundsoyggin, Guernsey vertur fyri oyggjaleikunum, ið vera dagarnar millum 8. og 14. juli.
Fyrireikararnir á Guernsey hava nú avdúkað oyggjaleika-maskottin, og tey hava valt ein lunda sum maskott.
Navnið á lundanum, ella maskotinum verður Jethou ella bara Jet.
Hetta er triðju ferð Guernsey er oyggjaleikavertur. Fyrstu ferð var í 1987, og aðru ferð var í 2003.
##med2##