Ein møguleiki ? ikki ein rættur

  

Karin Kjølbro
Kriminalforsorgarleiðari
?????????????????????
Grundlógardagin skrivar Anna Ellingsgaard grein í Sosialinum nevnd sjómenn fyri mismuni.
Av tí at undirritaða tykist vera høvuðskelda til innihaldið , ið ikki er sørt ørkimlandi verður henda viðmerking:
Fyri skjótt 15 árum síðani var sett í verk serlig skipan fyri fólk, dømd í fangahús fyri rúsdrekkakoyring. Tey kundu velja at fara í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu, ístaðin fyri at sita, um tey høvdu viðgerðarkrevjandi rúsdrekkanýtslu. Skipanin nevnist rúsdrekka/náðisskipanin.
Mannagongdin er, at tey fara í viðgerð og søkja um útseting við at sita. Hava tey fylgt viðgerð og eftirviðgerð í 1 ár, verður gjørt tilmæli um náðing við at sita, sum tey vanliga fáa, við teirri treyt onki revsivert at gera komandi árið og rinda eina bót, ið verður sett í mun til ársinntøkuna. Viðgerðarárið eru tey undir eftirliti av Kriminalforsorgini, ið skal hava eyguni við, at tey fylgja viðgerðini. Tað er danska Løgmálaráðið, ið ger úrskurðin eftir at Kriminalforsorgin og Føroya Landfúti hava gjørt tilmæli Henda skipan nemur á ongan hátt við frádømingartíðina av koyrirættinum, sum vanliga er partur í dóminum..
Endamálið við hesi skipan er fyrst og fremst at verja fólk ímóti rúsdrekkakoyrarum á landsins vegum, og síðani sjálvandi eitt tilboð um hjálp til rúsdrekkakoyrarar og fyribyrging av framhaldandi spruttkoyring.

EINAFERÐ RÚSDREKKAKOYRARI....
Av tí at tað er royndur lutur, at fólk sum einaferð eru dømd fyri rúsdrekkakoyring, ofta verða dømd aftur fyri hetta er kanning gjørd í Danmark 5 ár eftir, at rúsdrekka/náðisskipanin var sett í verk har.
Kanningin vísti, at tey, ið hava verið í viðgerðarskipanini nógv sjáldanari koyrdu rúsdrekkakoyring aftur í mun til hini, sum valdu at fara inn at avsita dómin ístaðin fyri. Við øðrum orðum tey koyrdu ofta rúsdrekkakoyring aftur.
Av tí at Rúsdrekka/ náðisskipanin var mett at vera so væleyðnað var í Danmark gjørd ein broyting í donsku ferðslulógini um: endurvinning av koyrikortinum eftir at helmingurin av frádømingartíðini av koyrirættinum var liðin - tó í minsta lagi 1? ár. Henda skipan var sett í verk í Føroyum fyri 4 árum síðani.
Treytin er, at tann, ið søkir um at sleppa at taka koyrikortið aftur áðrenn tíðina eftir hesi reglu hevur verið í eini eftiransandi viðgerð.
Tað er Føroya Rættur, ið avgerð, um sjálv viðgerðin verður mett nøktandi sum eftiransandi viðgerð. Hesi mál hoyra ikki undir Kriminalforsorgina.
Kriminalforsorgin kann tó útflýggja skjalprógv um luttøku í Rúsdrekka/náðisskipanini, ið kann leggjast fram til málsviðgerðina í rættinum.
Tað er ikki nakar fasitlisti at ganga eftir. Tey, ið kenna til alkoholismu og viðgerð av henni, vita, at tað kann vera ilt at meta um, nær fólk eru komin burturúr tí. Harumframt er tað tulkingin av eftiransandi viðgerð. Kann ein maður, sum er til skips metast at kunna vera í eini eftiransandi viðgerð?
Munur er á at vera útróðrarmaður, langfarasjómaður ella bert at vera ein ella nakrar stuttar ísfiskatúrar. Tað verður ein heildarmeting, sum dómarin ger í hvørjum eisnstøkum føri. Her er ongin sjálvvirkandi skipan, men tú fært ein møguleika at royna málið í Rættinum, um tú hevur verið í eftiransandi viðgerð í 1 ár, áðrenn málið fer í Rættin.