Ein maður vinnur fyri flokkin

Ein 66 ára gamal maður stendur einsamallur fyri stóru framgongdini hjá Javnaðarflokkinum

Sambært kanningini hjá Gallup Føroyar er tað er Heðin Mortensen persónliga, sum vinnur nógv tær fleistu atkvøðurnar hjá Javnaðarflokkinum.
Hetta er aðru ferð, at Heðin Mortensen stillar upp fyri Javnaðarflokkin. Við býráðsvalið seinast setti hann met og fekk 2.200 persónligar atkvøður.
Tað var aftan á býráðsvalið í 2004, at Heðin Mortensen varð koyrdur úr Sambandsflokkin, tí hann skipaði samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum. Hann fór tá upp í Javnaðarflokkin, eftir at hann varð fyrst valdur fyri Sambandsflokkin við 667 persónligum atkvøðum. Tá vóru eisini Høgni Mikkelsen valdur við 294 atkvøðum og Beate L. Samuelsen við 207 atkvøður.
Á valinum í 2008 varð Annfinn Brekkstein valdur einsamallur fyri Sambandsflokkin, og sannlíkt er, at Heðin Mortensen hevur drigið nógvar veljarar frá Sambandsflokkinum til Javnaðarflokkin.
Lagnunnar speisemi er tað kanska, at tað júst er Annfinn Brekkstein, sum hevur undirskrivað brævið, sum tveitir Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum. Annfinn Brekkstein boðaði á tíðindafundi seinasta mánadag, at Heðin Mortensen er eitt gott boð til nýggjan borgarstjóra.
Hugvekjandi er tað tó hjá Javnaðarflokkinum, at tað er ein 66 ára gamal maður, sum einsamallur stendur fyri stóru framgongdini hjá flokkinum. Tá næsta kommunuval verður í 2016 verður Heðin Mortensen 70 ára gamal – og tí má flokkurin skjótt finna avloysaran, um flokkurin skal gera seg galdandi í Tórshavnar býráð aftan á Heðin Mortensen.