Sunnudagin 19. juli fylti Jastrid Egholm Hansen, Sørvági, 75 ár.
Jastrid er fødd og uppvaksin í Vestmanna sum yngsta av 8 børnum hjá Gudrun og Jákupi Egholm. Tríggjar mánaðar áðrenn Jastrid bleiv fødd doyði pápin tá ið skip hansara, sluppin Neptun, gekk burtur. Sum 27 ára gomul flutti Jastrid í 1961 í nýbygd hús í Sørvági saman við manninum, Sigfred Hansen, og tvíburðasynunum Jákup og Jóhannus Egholm Hansen. Nakað seinni flutti eisini elsti sonurin Niels Egholm til Sørvágs. Seinni komu dótturin Jacoba og sonurin Sjúrður afturat. Maðurin, Sigfred Hansen doyði í 2004, 78 ára gamal.
Longu áðrenn Jastrid flutti til Sørvágs var hon millum teirra, sum setti spor eftir sær. Sum ung hondbóltskvinna var hon sostatt við á einum úrvalsliði, sum fór til Íslands at leika hondbólt.
Eisini eftir at hon flutti til Sørvágs hevur hon verið ein undangongukvinna, sum hevur verið við til at broyta bygdamyndina.
Í 1974 opnaðu hon og Sigfred eina kiosk Úti á Bakka (úti á kaiuni) í Sørvági, og í 1984 bygdu tey saman við tvíburðasynunum nýggja kaffistovu á sama stað.
Í 1981 bleiv Jastrid vald í nevndina í Sørvágs Húsmøðrafelag, og var frá fyrsta degi og næstu 24 árini fram til 2005 forkvinna í felagnum. Sum nevndarlimur og forkvinna arbeiddi hon í fleiri ár fyri at skapa undirtøku í bygdini fyri at opna vøggustovu og barnagarð til frama fyri útiarbeiðandi foreldrini. Á bygdarráðsfundi í 1993, hvar Jastrid var vorin vald inn, varð sett hart móti hørðum og gjørdi bygdarráði av at seta á stovn vøggustovu og barnagarð og at keypa gomlu sýslumannshúsini til endamáli.
Sum forkvinna í Sørvágs Húsmøðrafelag var tað eisini Jastrid, sum tók stig til at felagið ognaði sær egin hølir, tá ið felagið í 1995 keypti hølini hjá Føroya Banka í Sørvági. Keypi bleiv fíggja einans við teimum tiltøkum, sum Húsmøðrafelagið stóð fyri, eitt nú banko, jólaveitslur, matsøla á stevnum, o.s.fr.
Jastrid er ikki millum teirra, sum bara fannst at kommunalpolitikarum, hon var ósamd við, men sum eisini sjálv gjørdi nakað fyri at broyta støðuna. Á kommunuvalinum í 1989 bleiv Jastrid sostatt sum fyrsta kvinna nakrantíð vald í Sørvágs Bygdaráð fyri ein kvinnulista, hvar hon sæt í 4 ár. Hetta var slóðbrótandi, tí á teirri tíð vóru bert fáar kvinnur í føroyskum kommunalpolitikki.
Meðan Jastrid var nevndarforkvinna í Sørvágs Húsmøðrafelag tók hon eisini stig til at stovna dagtilhald fyri teimum eldru í Sørvági, og seinni eisini fyri teimum eldru úr hinum bygdunum í Vágum og hevur sjálv staði á odda fyri at røkja hesa uppgávuna fram til í ár.
Samstundis sum Jastrid hevur verði virkin úteftir hevur hon eisini tikið sær av uppvakstrinum av børnunum. Hóast hvørki Jastrid ella maðurin sjálvi hava nakra útbúgving, hava tey stuðla børnunum í at takað víðarigangandi útbúgvingar. Børnini eru sostatt í dag øll útbúgvin og í arbeiði í Føroyum, Danmark og Vietnam sum maskinmaður, advokatur/skipsførari, arkitektur, lækni og verkfrøðingur.
Jastrid helt føðingardagin heima saman við teimum av børnunum, sum eru stødd heima.
Tillukku við 75-ára degnum til eina merkiskvinnu.
jh