Hilmar Bech
leggur til rættis
Í teirri tíðini, tá føroyingar brúktu árabátarnar til útróðrar, eru tíverri mangar hendingar farnar fram, har nógvir ikki bóru boð í bý, meðan aðrar frásagnir eru um tilburðir, sum sigast kann um, at tað var eitt undur at teir komu aftur.
Her í Porkeri hoyrdi tú eldri fólk ofta siga frá einum ringum útróðrardegi síðst í 19. øld, sum kundi verið ein sannur skaðadagur her á okkara leiðum.
Henda dagin fóru tveir bátar úr Porkeri til útróðrar. »Heygabáturin« við 7 monnum og »Klovabáturin« (Úti á Klova) eisini við 7 monnum.
Tveir av teimum monnunum, sum vóru til útróðrar henda dagin, annar við »Heygabátinum«, Jóan Pauli Weyhe í Nøkrum, og hin við »Klovabátinum«, Zacharias Bech í Hólinum, náddu so høgan aldur sum 87 og 85 ár.
Tað eydnaðist stutt áðrenn teir andaðust at fáa teir at siga frá, hvussu teir hvør í sínum lagi upplivdu henda dagin.
Tá tað nú eftir frásøgnini hjá Jóan Paula í Nøkrum eru liðin 100 ár síðani henda minniliga dagin, lata vit teir hvør í sínum lagi greiða okkum frá tí teir mintust.