Tá løgreglan beint fyri klokkan 17 í gjár gjørdi ferðkanningar í Leirvík vóru tveir bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið. Annar koyrdi 76 km um tíman, og hin koyrdi 75 km um tíman. Teir fingu báðir klipp í koyrikortið og bót.
Í nátt varð ein bilførari tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tað var norðanfyri klokkan 2:30 í nátt. Førarin varð handtikin og tikin við á Klaksvíkar Sjúkrahús at taka blóðroynd, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Í nátt fekk løgreglan eisini fráboðan um harðan tónleik, sum var til ampa fyri grannar. Hetta var í Suðuroy, sigur vaktleiðarin.










