Eitt av hjartamálum hansara hevur verið at bygdirnar í kommununi skulu mennast. Samstundis skal skipast so fyri, at borgararnir skulu hava bestu umstøður at sleppa til og úr bygdunum.
Pól fylgdi tí, sum natúrligt er, við gongdini, sohvørt sum arbeiðið leið við Norðoyatunlinum.
Men hansara áhugi var eisini fyri hinum báðum tunlunum á Borðoynni – tað er: tunlunum til Árnafjarðar og Hvannasunds.
Hann sat kortini ikki bert hendur í favn, men hugsaði um, hvussu fólkið norðanfyri kundi fáa bestu atgongd til restina av landinum, nú koyrandi varð undir Leirvíksfjørð.
Einki hoyrt aftur
Eftir at hava arbeitt við uppskotinum eitt skifti, var tað umsíðir klárt at leggja fram fyri myndugleikarnar.
- Tað var ein leygardag í síni tíð at sáttmáli varð undirskrivaður um Norðoyatunnilin. Og mánadagin eftir var eg á fundi við Bjarna Djurholm, greiðir Pól frá.
Bjarni var tá, eins og nú vinnumálaráðharri, og hann fekk har sum hin fyrsti at hoyra um eina nýggja og øðrvísi tunnilsætlan í Norðoyggjum.
Hesa ætlanina hevði Pól sjálvur tikið stig til, saman við øðrum góðum fólki. Frammanundan hevði hann vent sær til bygdaráðið, har hann eisini fekk fíggjarligan stuðul at fáa gjørt tekningar og uppskot til loysn.
- Tann eini fulltrúin segði seg vera rættiliga imponeraðan av uppskotinum. Men síðani tá havi eg einki hoyrt aftur frá nøkrum parti – heldur ikki frá nøkrum politikkara, sigur Pól, eitt sindur vónbrotin.
Eitt annað uppskot
At Pól yvirhøvur fór í holt við at fyrireika eitt slíkt uppskot var alt tosið um, hvussu tunlarnir skuldu raðfestast í Norðoyggjum í framtíðini.
Í løtuni verða fyrireikingar gjørdar til tveir tunlar aftrat, harav annar teirra skal loysa av teir báðar, sum vórðu skotnir ígjøgnum fyri 40 árum síðani.
Eitt av hesum uppskotum er at gera ein tunnil Norður um Fjall, tey kalla. Hesin tunnilin kemur møguliga at liggja av Skálatoftum norður í Múlavegin, ella av Svartadali sum liggur norðanfyri Strond og yvir í Húsadal í Depli. Enn er eingin støða tikin til, hvør loysnin ið verður vald.
- Tá hesi uppskotini vórðu løgd fram hugsaði eg beinanvegin: Hví akkurát handa vegin? Mundi ikki onkur onnur frægari loysn vera?!
- Ja, var ikki frægari at gjørt eitt heilt annað uppskot, sum gekk beinleiðis yvir til linjuføringina í Norðoyatunnilin?!, spyr Pól.
Sum sagt, so gjørt.
Fleiri tunlar
Pól fekk fatur á Sverra Michaelsen á Viðareiði, sum hevur verið tekniski ráðgevi hansara í hesum málinum. Og hesin snikkaði so til eitt uppskot um eina heilt aðra loysn á samferðsluviðurskiftunum hjá íbúgvunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni.
Uppskotið gongur í stuttum út uppá at ein tunnil verður gjørdur av Norðtoftum og til Árnafjarðar, og at ein annar tunnil verður gjørdur úr Árnafirði og yvir í Gerðabø í Klaksvík. Hagani er einfalt at koyra víðari til Norðoyatunnilin, um ein altso ynskir tað.
Í blaðnum í gjár segði Atli S. Justinussen, býráðslimur í Klaksvík at hetta uppskotið var genialt, bæði fyri fólkið norðanfyri og ikki minst fyri bygdarfólk hansara í Árnafirði.
Nevnast kann eisini, at í uppskotinum er eisini ein ætlan um ein tunnil undir Klaksvík, og sum leiðir ferðsluna úr miðbýnum og norður um býin.
Sagt um tunlarnar
- Um tunnilin gekk úr Gerðum eru bert 5 minuttir úr Árnafirði til miðbýin í Klaksvík. Tann farleiðin er eisini tann betra fyri fólk norðanfyri Fjall, tá hugsað verður um kava og storm um veturin.
(Theodor Askham Olsen í lesarabrævi í dagsins Sosiali)
- Hetta uppskotið hjá Póli er genialt, men hinvegin so vænti eg ikki at tað verður sett í verk, nú hinar báðar ætlanirnar eru settar út í kortið. Men sjálvum uppskotinum bagdi einki. Tí undrar tað meg stórliga at myndugleikarnir ikki gjørdu meiri burtur úr hesum uppskotinum, slær hann fast.
(Atli S. Justinussen, býráðslimur í Sosialinum í gjár)
- Hetta verður helst ein dýrari loysn enn tann, sum nú liggur frammi. Men uppskotið er so gott, at tað er ringt at afturvísa, m.a. tí at vegirnir til tunlarnar liggja í so veðurgóðum støðum.
(Pól Fuglø, varaborgarstjóri í Hvannasunds kommunu í dagsins Sosiali)