Ein serlig tøkk til øll vinfólk og kenningar fyri, at tit eru við til at gera mín og familjunnar gerandisdag og harvið lívið til eina gávu. Árið 2008 hevur á mangan hátt verið heilt serligt. Viðurskifti hava ávirkað okkara heim og allan heimin nógv. Ein serstøk heilsan til Fríðrik, sum er mín dyggasti stuðul í øllum lívsins viðurskiftum.
Fyri meg er 2008 árið, har eg stillaði upp til fleiri val og harvið vísti lit og bar míni sjónarmið fram alment - enn meira enn áður. Hóast eg einki val havi vunnið, so er tað mín vón, at eg havi flutt onkran tanka og birt onkra vón.
Løgtingsval var í januar, og hjá mær sum forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var hetta ein sera spennandi tíð. Nógv góð og sera ágrýtin valevni vóru á listanum hjá Tjóðveldi, og sjálv var eg ein teirra. Eg vil við hesum takka øllum tykkum, sum sýndu mær tykkara persónliga stuðul og settu krossin við meg til løgtingsvalið. Til tykkara, sum komu inn, veiti eg eina stóra tøkk fyri, at tit áhaldandi velja at verja tykkara integritet og alsamt seta spurnartekin við førda politikkin, eins og tit áhaldandi gera vart við samfelagsviðurskifti, sum áttu at verið broytt.
Eg eri sannførd um, at stó tað upp til Tjóðveldi, fóru størstu sparingarnar ikki fram millum tey eldru og óhjálpnu, millum veikastu samfelagsborgarnar í komandi ári.
At Javnaðarflokkurin gongur við til og beinleiðis argumenterar fyri sovorðnum sparingum, sum vit síggja í løtuni á almenna økinum, skilji eg als ikki. Eg helt, at Javnaðarflokkurin stendur fyri javna millum fólk, at hugsjónin er eitt samhaldsfast samfelag, har tann ríkari hjálpir tí, sum er verri fyri. Tað er ikki tað, vit síggja í verki í løtuni, og tað harmist eg um.
Vón
1. mars tók eg aftur við leiðarastarvinum á Verkstaðnum Vón, eftir at eg í 1¼ ár hevði røkt farloyvisstarv á einum sambýli. Hetta var læruríkasta tíð í mínum arbeiðslívi. Umboðsmaðurin vitjaði stovnin og gjørdi eina fráboðaða kanning av viðurskiftunum hjá búfólkunum, og var hetta eitt sera spennandi arbeiði at luttaka í. Eisini var hetta tíðin, har eg kendi meg sera lítla og lítið menta, í mun til hvat átti at verið gjørt. Forsorgarøkið er ikki dagført á lógarøkinum, og uttan at vit vita av tí, so bróta vit mannarættindi, og hóast vit gera alt í bestu meining, koma vit at ganga við síðuna av tí, sum er best fyri brúkaran. Nógv av hesum snýr seg um væntandi politiska vitan og innlit í viðurskiftini hjá okkara veikastu samfelagsborgarum og nógv, tíverri alt ov nógv, snýr seg um vánaligar og skeivar fíggjarligar raðfestingar.
Formansval
Í mars fór eg frá sum forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagfyri at vísa í verki, at eg vildi geva mær stundir til at taka við einari møguligari nýggjari avbjóðing.
29. mars stillaði eg upp til formansvalið í Føroya Pedagogfelag. Eg hevði hug at royna meg sum forkvinnu í okkara felag og hevði eina hugsan um at gera Pedagogfelagið til eitt livandi felag fyri allar limirnar. Summi spurgdu meg, hví eg skuldi gera hetta ímóti Jarvin? Gera hvat, hugsaði eg? Politikkur virkar ikki á tann hátt, at tú setir teg niður og bíðar, til hini eru liðug at halda seg framat, poilitikkur virkar á tann hátt, at ein bjóðar seg fram, og so er tað upp til veljaran at taka undir við tínum hugsanum ella varðveita tað, sum er. Meirlutin av uppmøttu limunum á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag valdu at varðveita ta leiðsluna, sum felagið hevur havt tey seinastu árini, og er hetta ein ábending um, at limirnir eru nøgdir við viðurskiftini, sum tey eru. Tað er bara at fegnast um. Tó var so stutt ímillum atkvøðutalið hjá Jarvin og mær, at hetta bleiv ein ábending til mín um, at tað loysir seg at royna aftur. Eg sendi her eina serliga tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu mær upp undir valið og til øll tykkum, sum valdu meg. Eisini takki eg fyri úttalilsini á fundinum, sum vóru størsta troystin hjá mær í tíðini aftaná. Eg hevði nú tikið tungu avgerðina um at fara frá sum næstformaður og úr nevndini. Tískil havi eg einki tilknýti til fakpolitiska arbeiðið í løtuni, men mínir tankar og mínar meiningar eru livandi enn.
At útflyta trupulleikarnar
Summarið 2008 flutti elsti sonurin Villiam á Bornholm at búgva. Hann hevur aspergersyndrom, og honum stendur ikki í boði at fáa hóskandi bú- og arbeiðstilboð í Føroyum. Tað er ein djúp sorg at ásanna, at vit framvegis ikki finna aðrar loysnir enn at senda okkara ungu av landinum, um teimum tørvar serliga hjálp og stuðul. Eg havi tosað við nógvar mammur í líknandi støðu, og er tað mín vón, at tykkara børn trívast, og at tit klára at liva við sorgini um, at tykkara barn mátti skiljast frá restini av familjuni fyri at fáa hjálp. Villiam byrjar í læruplássi í januar og flytir fyri seg sjálvan at búgva. Við stuðli frá pedagogum verður gerandisdagurin skipaður, so hetta vónandi verður ein succes. Menniskju hava tørv á viðgangi, og øll eiga at fáa møguleikan at liva í einum gerandisdegi, har tingini eydnast. Vit eiga at hugsa um hetta, tá vit meta um, hvussu gott føroyingar hava tað, og minnast at hyggja eftir, hvussu tey veikastu klára seg.
Vit kunnu frøast um, at Føroyar fara at skriva undir ST sáttmálan fyri fólk við breki. Tá hetta er gjørt, er eingin ivi um, at tá verður alt nógv betri.
Tey, vit mistu
Vit hava gjøgnum 2008 mist nøkur av okkara kæru, og sorgin stendur eftir og saknurin er stórur. Mamma Fríðrik, sum fekk eitt týðandi pláss í mínum hjarta, doyði brádliga í august, bert 64 ára gomul. Hóast sjúku megnaði hon altíð at savna nógv fólk rundan um seg. Hetta kom týðiliga til sjóndar tann dagin, hon fór til gravar, og var tað stór troyst og ein vøkur sjón at síggja so nógv fólk, sum møttu og sýndu Jóannesi og familjuni samkenslu. Takk til tykkum øll fyri tað.
Í september doyði Minaomma 94 ára gomul og mett av døgum. Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum hjálptu so væl til og megnaðu alt, tá eg megnaði minst. Minnið um ommu livir í okkara hjørtum í dag, og saknurin er stórur. Omma stendur sum ein fyrimynd fyri mær í dag. Ein kvinna, sum ongantíð gav upp og ongantíð læt lívsins harðbalnu síðu gera seg grenjuta. Hon var altíð takksom.
Finnur Helmsdal, sum fyri mær var ímyndin av einum sosialpolitikara, bleiv sjúkur og doyði, alt ov tíðliga. Hann var ein góður vinmaður, sum eg kendi frá barnsbeini gjøgnum Kyndil, og tá hann var vikarur á Venjingarskúlanum. Seinni gjøgnum hansara ótroyttiliga arbeiði fyri Javna og gjøgnum hansara politiska virki. Finnur var ein persónur, sum setti seg við tína lið og lurtaði, tá tú spurdi um hansara hjálp. Tað havi eg stóra virðing fyri. Tað bardist hart í Finni, tá sonur mín Villiam mátti flyta av landinum, tí Finnur var í sínari tíð oddamaður fyri, at vit fingu føroyingar heimaftur at búgva í egnum landi, óansæð førleika ella bakgrund. Hann metti, at heima var hjálpin nærmast. Finnur helt ein fyrilestur fyri Føroya Pedagogfelag í Noregi við heitinum: “ Tá hjálpin er hjálpsom”, og var tað hetta, hann bardist fyri, at hjálpin skuldi vera hjálpsom. Eg sendi her mína djúpastu samkenslu til familjuna hjá Finni og takki fyri góðar løtur saman.
Býráðsval
Í november var aftur eitt val, og eg kundi ikki lata vera. Tað var enn einaferð sera stuttligt og læruríkt at stilla upp á lista E. Takk til øll valevnini og onnur fyri gott samstarv. Valið var gott, og eg takki øllum tykkum, sum valdu meg persónliga. 122 atkvøður er ikki nokk til ein býráðsess í Tórshavn, ikki á okkara lista, men tað hevði verið ovmikið til ein borgarstjórasess onkra aðra staðni. Lukku og mong góð ynski til tykkum, sum koma at virka í Býráðnum í komandi tíð.
Við ynski um eitt eydnuberandi nýggjár og framburð á frælsisleiðini.