Ein nósi leitaði sær uppá land

Í góðveðrinum leygardagin lá ein lítil kópur so fittur og svav uppi á landi í Rituvík

Rituvík

 

Vit vóru farin ein lítlan túr oman á lendingina í Rituvík stutt fyri skýming seinnapartin leygardagin. Komin oman um lunnarnar, sum liggja heilt av bakkanum og oman á sjógv, sást okkurt ljós og at síggja til loðið liggja ovast undir brimgarðinum har suðuri.

So hvørt, vit nærkaðust, sást, at hetta var ein kópur.

Tá ið vit vóru komin heilt oman til hansara, byrjaði hann so smátt at remba sær. Hann hugdi róligur upp, klóraði sær undir øsinum við ”labbanum”, geispaði og hevði líka sum hug at leggja seg aftur.

Nósin vísti eingi tekin til, at hann ætlaði sær á sjógvin undan okkum.

Undir liðini á honum lá ein nýdeyður summarseiður og bíðaði eftir, at nósin gjørdist svangur aftur.

So hvørt, sum hann gjørdist meira vakin og klárur, skimaðist hann stillisliga rundan um seg, geispaði aftur og klóraði sær enn einaferð.

Hevði hann kunnað tosað, hevði hann helst biðið um at fingið frið til at lagt seg aftur.

Vit tóku nakrar myndir og fóru síðan niðan aftur á bakkan.

Neyvan vóru vit komin heilt niðan aftur á bakkan, áðrenn hesin fitti nósi aftur var fallin í svøvn á lendingini í Rituvík.