Hóskvøldið verður forvitnslig framløga í Eydnuni á Oyrarbakka. Eftir at borgarstjórin hevur sett mentanarvikuna, verður framløga av verkætlanini Náttúrulund við Streymin.
Náttúrulundin við Streymin er ein verkætlan, sum miðar ímóti at gera eitt øki við brúnna um Streymin til eina náttúrlund við trøum og runnum, sum føroyingar og gestir úr útlondum kunnu uppliva og njóta. Økið liggur sunnan og norðan fyri brúnna, bæði Eysturoyrar- og Streymoyarmegin. Økið er 130.000 fermetrar tl víddar og ætlanin er at planta um 70.000 trø og runnar á økinum.
Edmund Joensen, fólkatingslimur og norðoyrisbúgvi, er ein av eldsálunum handan verkætlanina og hevur sitið í einum arbeiðsbólki saman við Dávidi Reinert Hansen, Ingolfi Joensen og Hans Dávidi Dam, sála.
- Økið við streymin er nakað heilt serstakt, sigur Edmund Joensen. Støðuga umskiftið við flóð og fjøru, streymur, æti og fiskayngul, skapa góð gróðrarlíkindi fyri bæði fisk og fugl í økinum. Á havbotninum er tað sum ein Edens havi. Tað ýður í lívi, bæði av skeljadjórum, fiski og fugli, og serliga eru tað nógv tjøldur í økinum sigur hann.
Meiri verður at lesa um verkætlanina í Sosialinum mikudagin.