Sum in.fo skrivar í kvøld, nærkast tíðin, tá nátungin av álvara flýgur úr reiðrinum og fer á sjógvin.
Menn, sum hava verið eftir nátungum, hava longu fingið nakað av fugli, og sum henda vikan gongur, er væntandi, at næstu dagarnir - um veðrið heldur sær - fara at roynast betri og betri.
Í nátatíðini er ikki óvanligt, at onkur nátungi endar í bønum ella niðri á vegnum. Tað kann vera, at gamli fuglurin hevur bygt reiður sítt á onkrum undarligum staði - ella, at lotið hevur ført ungan, sum fleyg úr reiðrinum, aðrastaðni enn á sjógvin.
Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum í Klaksvík, sum eisini eigur viðheftu mynd, hava fleiri nátungar verið at sæð í góðveðrinum í Klaksvík í dag.
Heimasíðan skrivar, at ein nátungi sat í Vágstúni - og ein sat Undir Fossum.