Jan Müller
?Saga er en saga blot?. Soleiðis hevur ljóðað í norskari pressu í eina tíð, nú einasta reint privata norska oljufelagið hevur verið kastibløka millum fleiri stór oljufeløg, sum vilja uppkeypa felagið.
Franska oljufelagið Elf og norsku feløgini Norsk Hydro og Statoil hava boðið uppá felagið og vórðu tað til endans tey norsku feløgini, sum komu við hægsta boðnum. Hetta kemur helst at merkja, at felagið Saga sum vit kenna tað í dag, verður ikki til meira, men verða tess ognir og fólk ein integreraður partur í antin Norsk Hydro ella Statoil.
Millum starvsfólk hjá Saga er misnøgdin stór. Tey sóu heldur, at felagið varð uppkeypt av tí norska dótturfelagnum av ELF, tí tá høvdu vónir verið fyri, at Saga helt fram at virka sum meira ella minni sjálvstøðugt felag við Sagamerkinum í skjøldrinum.
Gongdin í hesum máli hevur eisini áhuga í Føroyum, tí nettup oljufelagið Saga hevur verið eitt av teimum mest virknu, tá tað snýr seg um at gera kanningar sum fyrireiking til veruliga oljuleiting á landgrunninum.
Tað er neyvan ov nógv sagt, at Saga er eitt av teimum útlendsku feløgunum, hóast lítið sammett við mong onnur, sum hevur brúkt sera nógvar kreftir uppá júst Føroyaøkið. Tað ljóðar eisini, at felagið situr inni við sera nógvum informatiónum um føroysku undirgrundina.
Saga fór longu í gongd við forkanningar sínar her í 1992, og í 1997 lat felagið upp skrivstovu í Havn sum eitt tað fyrsta útlendska oljufelagið. Á skrivstovuni hava síðani tá arbeitt norðmaðurin Geir Atle Rishovd og tvøramaðurin Pauli Einarsson.
Geir Atle Rishovd segði við Dag og Viku týskvøldið, at hann vónaði ikki, at yvirtøkan av Saga fór at forkoma øllum tí stóra arbeiði, sum Saga hevur gjørt í Føroyum. -Eg hugsi her um umfevnandi kanningarnar á landgrunninum og kanningarnar og skrásetingin av føroyskum vinnulívi segði norski Sagastjórin við sjónvarpið.
Geir Atli Rishovd, sum hóast støðan er vónleys, heldur seg kortini til vónina og roynir at halda høvdið høgt. Hann sigur við Sosialin, at tað er ikki so lætt fyri tíðina, nú teir fáa so skiftandi tíðindi. Men enn eru so ikki allar súðir syftar. Tí eitt nú skal aðaðfundur í Norsk Hydro góðkenna keypið av Saga. Og tað er eingin vissa fyri tí. Haraftrat skal norska stórtingið samtykkja, at staturin setur umleið 9 mia. kr. í Norsk Hydro. Aftrat hesum er tað so eisini hent, at ELF nú hevur broytt krav sítt at skula eiga 67% í Saga til bert at skula eiga 50%. Síðani kemur EBS-avtalan, sum Noreg hevur við ES inn í myndina. Tvs. at ES skal góðkenna mannagongdina í Sagamálium.
Óvist er hvat alt hetta hevur at siga, men keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at endin verður helst tann, at Saga verður yvirtikið av Norsk Hydro, meðan Statoil eisini fær nakrar góðar bitar av ognunum hjá felagnum.
Fyri at skilja, hvat veruliga hendir í hesum máli, mugu vit eisini hyggja eitt sindur at leiklutinum hjá norska statinum. Í dag eigur norski staturin 51% av partabrøvunum í Norsk Hydro. Verður Saga yvirtikið av Norsk Hydro verður privati partapeningurin í fyritøkuni bráddliga størri enn tann almenni, 51 í mun til 44 hjá statinum. Fyri at vinna aftur meirilutan í felagnum ætlar staturin at seta 9 mia. kr. í Norsk Hydro, soleiðis at almenni parturin aftur verður 51%. Tað er m.a. hesi mannagongd, sum eitt nú fyrrv. stýrisformaðurin í Saga hevur funnist at.
Byrjanin til oljurisa
Tað ljóðar eisini, at uppkeypið av Saga og innskjótingin av nýggjum almennum partapeningi í Norsk Hydro bert er byrjanin til at totala samanlegging av øllum teimum norsku oljufeløgunum, soleiðis at Noregi í framtíðini bert hevur eitt risastórt oljufelag, ið kann bjóða teimum heilt stóru av. Hetta eru gitingar, men tosað verður nógv um gigantumani í norsku oljuvinnuni. Umframt tey verandi trý norsku oljufeløgini eigur staturin so eisini ein rættiliga stóran part í øllum oljuloyvum. Hetta er tað, sum verður nevnt, SDØE (Statens Direkte Økonomiske Engagement).
Tað tríhøvdaða trøllið, sum norðmenn plaga at marknaðarføra seg við á altjóða oljumessum, endar møguliga við at blíva ein einoygdur kyklopur. Mynd Jan Müller