Ein opin grøv

Mark. 16 1-7

 

Páskamorgun leitaðu nakrar kvinnur út til eina opna grøv ella eitt opið gravhelli, sum var tómt. Enn vistu tær kortini einki um at grøvin var tóm, og orð teirra ella samtala teirra sigur okkum at tær ikki væntaðu at finna grøvina tóma. Tær høvdu sæð hvar menn høvdu lagt meistarans likam fyri hvíludagin og nú leitaðu tær út til grøvina fyri at sýna honum seinasta heiðurin, sum tær høvdu kent og haft so nógvar ríkar løtur saman við.

Tað er so oftani at eisini vit leita út til eina opna grøv, men so er tað fyri at lora ein av okkara kæru niður í hana. Vit vita hon er tóm, men um stutta stund skal ein av okkara kæru fáa eitt leggstað har og seinri leita vit av og á út á grøvina við blómum okkara, ið vit leggja sum eina heilsu á leiði.

Men páskamorgun í Josef av Arimalæas hava ljóðaði ein undurfagur boðskapur fyri kvinnunum, sum seinri varð borin lærusveinunum og sum teir fóru út um heimin við: Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesus úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Og síðani tá hevur annað lag verið á gongdini út á grøv hjá teimum sum trúðu hesum boðskapi, tí páskaboðskapurin kveikir vón og ugga í sorgini.

Páskaboðskapurin og tann hending, sum hann boðar frá, at Kristus Jesus er upprisin og livir, er Guds stempul á tað, sum Jesus hevði sagt og gjørt. Páskamorgun setti Gud eitt innsigli á Jesu lív og virki og góðkendi hann sum frelsara heimsins. Jesus hann hevði ikki svikið men livað upp til Guds ætlan um frelsu veldiliga er hann prógvaður at »vera sonur Guds við uppreisn frá deyðum, Jesus Kristus var harri«.

Páskamorgun fingu vit tað prógva, at Jesus doyði á Golgata var sóningin fyri alla synd okkara, tí at tað var Guds egni sonur, sum sónaði hana og tí er syndin burturtikin úr viðurskiftum okkara við Gud og páskamorgun bleiv tað váttað í verki, sum áður varð sagt í orðum t.d. við dóp hansara. Jesus Kristus er sonur Guds. Menniskja Jesus, sum gekk umkring og gjørdi væl, var Gud. Tað var Gud sjálvur, sum ofraði sín son á Golgata fyri alla hansara syndir.

Hin krossfesti er risin upp merkir so eisini at deyðin er yvirvunnin eitt annað innsigli varð brotið henda morgunin, yvirvaldsins innsigli á steininum fyri gravhellinum ið segði frá, at eingin kundi sleppa fram at hinum deyða, deyðin var nú ein verunleiki. Men hvør kann forða Gudi? Páskamorgun hendi undurið, at hin krossfesti reis upp fyri at liva allar ævir. Grøvin var opin og tóm, tá ið kvinnurnar komu fram til hana. Og hetta hendi fyri eygunum á vaktarmonnunum, ið vóru settir til at ansa eftir Jesu grøv.

Sum hetta hendi Jesusi páskamorgun skal tað sama henda okkum, tí sum hann uppreis skulu vit reisa upp, verður okkum boðað.

Eg eri uppreisnin og lívið, tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. (Johs. 11, 25). Vit fáa okkara hvíldarstað í grøvini, men ikki okkara verandi stað.

Deyðin er harður og beiskur og øll krympa vit okkum fyri at møta honum; men hann fær ikki seinasta orðið. Leiðin endar ikki her; men í trúnni á Jesus Krist gongur leiðin heim. Og tí leita vit nú út til grøvina á annan hátt og við øðrum tonkum enn kvinnurnar. Inn í deyðamyrkri okkara lýsir glæman frá páskasøluni og londini hinumegin, sum Jesus leiðir okkum til.

Ikki bara gongdin út á grøv er eftir henda morgun vorðin ein onnur. Eisini sjálvt lívið er vorðið eitt annað; tí nú hava vit hin krossfesta; men upprisna harra og frelsara við okkara lið hvønn dag og hvar vit fara. Ongantíð eru vit heilt einsamøll, altíð hava vit hann at tosa við og biðja saman við og hann biður fyri okkum. Hann kennir vegin vit skulu ganga, hann veit hvat ið skal møta okkum hann kemur við okkum ? hann hjálpir okkum í okkara gerningi, í øllum tí, sum liggur fyri at gera og leiðir okkum at enda heim.

Nú eru orðini í Sl 23 ikki í gildi.

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldar áir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.


Høgni Poulsen