Við Kringvarpið sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum, at hann er bæði vónsvikin og argur, og hevði hann verið suðuroyingur, hevði hann eisini verið “fúkandi arigur”, fyri at brúka hansara egnu orð. Hann ætlar tí at kalla umboð fyri vinnuna á fund fyri at kanna, hví fyritøkur verða seldar av landinum.
Selja til hægstbjóðandi
Tað kann neyvan vera nakar ivi um, at størsta orsøkin til at føroyskar fyritøkur verða seldar av landinum er, at eigararnir fáa eitt gott tilboð úr útheiminum. Høvdu teir fingið betri tilboð úr Føroyum, høvdu teir ikki selt fyritøkurnar av landinum.
Men hví eru útlendsku tilboðini meira lokkandi enn tey føroysku? Her er í hvussu so er ein orsøk:
Vit hava í Føroyum eina skattaskipan, har vinnufeløg rinda lutfalsliga lítlan partafelagsskatt, men um partaeigararnir taka pengar úr feløgunum, rinda teir lutfalsliga nógvan skatt av teimum pengunum. Málið við hesum er at eggja partaeigarum til at lata pengarnar arbeiða í feløgunum, heldur enn at taka teir út. Tað í sær sjálvum er eitt gott endamál.
Men um ein partaeigari vil taka pengar úr sínum felag fyri at seta teir í eitt annað felag (sum til dømis kann vera eitt íløgufelag), so verður tað roknað sum vinningsbýti, og tí skal viðkomandi rinda 35 prosent í skatti, tá pengarnir verða fluttir yvir í nýggja felagið. Tað kann vera ein orsøk til, at hetta ikki verður gjørt, og í seinasta enda kann tað eisini vera ein orsøk til, at tað eru útlendingar, ið keypa føroysku fyritøkurnar.
Gongur báðar vegir
Nú skal hetta ikki málast alt ov svart/hvítt, tí veruleikin er jú, at føroyingar gera eisini íløgur uttanlands, so tað gongur báðar vegir. Men um landsstýrismaðurin sær hetta sum ein so stóran trupulleika, at hann blívur “fúkandi arigur”, so er hetta í øllum førum nakað, ið hann kann fara at arbeiða við. Hetta kundi slóðað fyri, at fyritøkur verða verandi í Føroyum heldur enn at verða seldar av landinum.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin