Posta tekur nú stig til at skipa virksemið meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við metferð.
Í tíðindaskrivi í morgun boðar felagið frá, at kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.
– Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri.
Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku:
– Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er, sigur fyribilsstjórin á Posta.
Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.
Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.
– Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg.
Posta gevst í vár at bera út adressuleyst, men heldur fram við talgildu lýsingablaðstænastuni. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk lesa lýsingabløð talgilt, og tann tænastan er sera nógv vitjað frammanundan.
Edvard Remberg, fyribilsstjóri sigur, at tilsamans verða 20 størv niðurløgd um alt landið. Í hesum sambandi eru 12 starvsfólk beinleiðs søgd úr starvi, og hini størvini eru spard burtur við náttúrligari fráferð ella flyting í annað starv.