Bíðaðu fleiri tímar í Kastrup: – Hetta er for vánaligt

Ferðafólk við Atlantic Airways blivu fullkomiliga slept upp á fjall og noydd at bíða í einar tríggjar tímar mitt um náttina.

Tey, ið flugu úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 01 í nátt, fingu ein óvanliga langan túr. 

 

Fyrst bleiv flogfarið útsett frá klokkan 17:30 til klokkan 01 um náttina, av tí at eitt flogfar í flotanum ikki er flúgvandi, tí tað skal skifta motor. Hesum boðaði Atlantic frá dagin fyri.

 

Flogtúrurin gekk væl, men tá flogfarið hevði sett seg í Kastrup, sluppu tey ferðandi ikki úr flogfarinum beinanvegin.

 

Orsøkin var, at trappan ikki var klár, segði flogskiparin, og har vóru so fá fólk til arbeiðis mitt um náttina. Tí máttu ferðandi bíða einar 15 minuttir, inntil ein onnur trappa bleiv trillað yvir til flogfarið. Her frá koyrdi ein bussur yvir í terminalin. 

 

Flogskiparin boðaði eisini frá, at bagasjan var seinkað í ein hálvan tíma ella so. Tað hóvaði ikki ferðafólkunum væl, tí klokkan var longu 4 um náttina. 

 

Men bagasjan var ikki bara seinkað ein hálvan tíma. Heilar 2 tímar seinni var enn eingin bagasja komin á baggagubondini, sum føroysku ferðafólkini nú høvdu flokkað seg um.

 

Eingin kunning var komin um nakað sum helst - einki stóð á skermunum, og tey fáu starvsfólkini á flogvøllinum. vistu einki, tí tey høvdu einki við bagasjuna at gera. 

 

##med2##

 

Støðan skapti stóra frustratión. Fleiri av ferðafólkunum reiddu sær ból á bonkum og á gólvinum, meðan onnur nýttu høvi at fáa eitt prát. Men yvirskipað vóru fólk samd um, at hetta var alt for galið.

 

– Eg havi ongantíð upplivað líknandi… segði ein av føroyingunum á staðnum.

 

– Heilt erligt… Er ongin man kann ringja til? spurdi ein annar.

 

– Hetta er heilt bedrøviligt. Simpulthen for vánaligt, segði hin triði.

 

Nøkur útlendsk ferðafólk tosaðu um møguleikan at klaga. 

 

Eisini var onkur, sum hevði frystan mat í kuffertinum og stúrdi fyri, at alt var tiðnað. 

 

##med3##

 

Klokkan 06:20 kom eitt starvsfólk í gulum vesti inn – hann boðaði frá, at bagasjan frá Atlantic Airways møguliga fór at koma um ein hálvan tíma.

 

Orsøkin til drúgvu bíðitíðina var, sambært starvsmanninum, at flogfarið er lent uttan fyri vanliga tíð – altso klokkan 4. Og tá starvsfólk møta til arbeiðis, mugu tey gera øll møgulig onnur ting, sum mugu raðfestast hægri.

 

Lítla løtu seinni, klokkan 06:35, komu trý starvsfólk frá Kastrup Lufthavn inn, og tey boðaðu frá, at tað nú vónandi fór at ganga ein hálvur tími, inntil bagasjan kom.

 

– Tey, ið skulu tøma flogfarið, mangla starvsfólk. Vit harmast um hetta, haldið okkum til góðar, søgdu tey og gingu runt og syrgdu fyri, at øll ferðafólkini fingu tað við. 

 

Klokkan 06:50 tendraðist bagasjubandið, og fyrstu kuffertini komu. Sostatt tók tað einar tríggjar tímar. 

 

Fyritøkan Aviator hevur bagasjuna um hendi. 

 

Men eftir stendur spurningurin: Hvør hevur ábyrgdina av hesum? Og visti Atlantic Airways av, at fólk ikki vóru at tøma bagasjuna, tá tey gjørdu av at útseta flogtúrin til klokkan 01 um náttina?

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, svarar soleiðis:

 

– Vit høvdu ongantíð sent flúgvaran avstað, um vit vistu, at tey ikki vóru klár at handfara flogfarið. Vit harmast so mirðiliga.

 

Les meira um tað her: – Hatta er slett aldeilis ikki í ordan

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Her kemur bagasjan kl 06:50:

 

##med7##

 

GG: Undirritaði var til staðar umborð og á flogvøllinum