Putin ávarar Nato

- Um Ukraina sleppur at brúka langtberandi vápn í Russlandi, sum landið hevur fingið úr vesturheiminum, fer hetta at føra Nato í kríggj móti Russlandi, sigur russiski forsetin

Henda útsøgnin hjá Vladimir Putin kemur, meðan amerikanarar og bretar røða um kravið hjá Kyiv um at slaka í reglunum fyri nýtslu av vápnaskipanum úr vesturheiminum.

 

Londini í vesturheiminum, sum hava latið Ukraina vápn, hava lagt treytir við, at vápnini skulu ikki brúkast til at svara álopum, sum hava sítt útgangsstøðið inni í Russlandi.

 

Hálvt triðja ár eftir russisku innrásina í Ukraina gera hesar avmarkingar í vápnaveitingunum tað trupult fyri Ukraina.

 

Tað var eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevði lovað Ukraina, at Washington skjótt skal koma til eina niðurstøðu um ukrainska ynskið, at russiski forsetin kom við einari útsøgn.

 

Vladimir Putin sigur við statsrikið russiskt sjónvarp, at um Ukraina sleppur at brúka langtberandi vápn móti málum í Russlandi, fer hetta at merkja, at Nato-londini eru í kríggi við Russland.

 

- Ukraina fremur so at siga dagliga álop móti málum í Russlandi, men hetta er við langtberandi dronum, sum landið sjálvt framleiðir, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.